Í fjør kappaðust hesir seks bogaskjúttarnir um FM uttandura: Hans Petur Højgaard (recurve menn, gull), Jóannes Poulsen (compound menn, gull), Jógvan Niclasen (compound menn), Nikkel Petersen (compound menn, silvur), Helena við Misá (compound kvinnur, gull), Rakul Dam (compound kvinnur, silvur), Albert Dam (compound menn, bronsa). Forsíðumyndin er eisini frá FM uttandura í fjør

FM uttandura verður 24. august

  • 10.aug.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Bogaskjótibreytin í Hoydølum er karmur um FM uttandura. Sum vanligt verður FM skipað sum eitt 720-umfar, og kappast verður í bogaflokkunum barebow, recurve og compound

FM í uttandura bogaskjóting verður á bogaskjótbreytini á fløtuni í Hoydølum leygardagin 24. august.

Kappingin byrjar klokkan 10 og upphitingin ein tíma áðrenn.

Kvinnur og menn kappast hvør sær í bólkunum barebow 50 metur, recurve 70 metur og compound 50 metur. Kappingin er skipað sum 720-umfar, har skotið verður 2 x 36 pílar.

FM-kappingin er fyri vaksnar skjúttar – ella í hvussu er skjúttar, sum orka at skjóta 72 pílar í nevndu frástøðum.

Vinaliga teknið til kappingina í góðari tíð og í seinasta lagi mánadagin 19. august. Til ber at tekna seg HER

Fyrivarni: Um líkindi ikki eru at skjóta 24. august, verður kappingin flutt til annaðhvørt dagin eftir, sunnudagin 25. august, ella til vikuskiftið eftir. Tað verður kunnað nærri um hetta her á heimasíðuni og á Facebook, tá kappingin nærkast.

Aftur