FM flutt til sunnudagin
- 23.aug.2024
- Lagt út hevur: Nevndin
Vegna veður er avgjørt, at FM 2024 í uttandura bogaskjóting verður flutt til sunnudagin. Kappingin verður á bogaskjótibreytini í Hoydølum, og byrjað verður við upphiting á middegi
FM í uttandura bogaskjóting, sum ætlandi skuldi verða í morgin, leygardagin, er flutt til sunnudagin á middegi. Orsøkin er, at allar veðurforsøgnir boða frá væl betri veðri sunnudagin enn í morgin.
Byrjað verður klokkan 12 sunnudagin við trimum supphitingarumførum, og beinanvegin aftaná tað verður innleiðandi kappingin. Væntandi verður hon liðug um 14-tíðina, og síðan verður finaluskjótingin.
Níggju luttakarar
Níggju skjúttar hava teknað seg til kappingina í ár.
Hugurin at tekna seg til FM uttandura er oftast lakari enn til FM innandura, og soleiðis er eisini í ár. Helst er orsøkin, at nógvir skjúttar ikki halda seg vera í nóg góðari venjing her síðst á sumrinum. Innandura FM er hinvegin endabresturin á vetrarkappingini, tá aktiviteturin við millum annað grand prix-kappingunum hevur verið nógvur í fleiri mánaðir frammanundan.
Teir níggju skjúttarnir, ið hava teknað seg til FM uttandura í ár, eru Jóannes Poulsen, Jógvan Niclasen, Nikkel Petersen og Sámuel T. Petersen, compound menn, Helena við Misá og Rakul Dam, compound kvinnur, og Michael Feldballe, Bárður Magnusson og Absalon Hansen, recurve menn.