Børnini skutu vetrarkappingina í gongd
- 02.nov.2025
- Lagt út hevur: Robert Thomsen
14 skjúttar kappaðust í aldursbólkunum U16 og U12 í Miðvági í gjár, og hóast langa kappingarsteðgin bleiv okkurt met sett. U18 kappast saman við seniorunum í dag, og ætlandi verður tað leisturin restina av innandurakappingini
Vágaskot er hetta vikuskiftið vertur fyri fyrstu innandurakappingini í bogaskjóting í vetur, og teir 14 ungu bogaskjúttarnir, sum løgdu fyri í U16 og U12 í gjár, vóru so javnt býttir út á teir ymisku bólkarnar, at tað bara í tí eina bólkinum – hjá recurve-gentunum í U16 – var brúk fyri at skjóta hálvfinalu. Tríggir skjúttar vunnu gull uttan mótstøðu, og í fýra bólkum varð farið beinleiðis frá innleiðandi kappingunum til finalurnar, tí bara tveir skjúttar vóru í hvørjum bólki.
U18 skuldi eftir skránni eisini havt skotið í gjár, men fyri at gera tað lættari hjá unglingaskjúttunum eisini at luttaka í kappingini hjá seniorunum, blivu U18-kappingarnar fluttar til í dag, tá tey vaksnu kappast, og soleiðis verður tað væntandi restina av innandurakappingini.
Hóast teir yngstu skjúttarnir ikki hava skotið, síðan seinasta vetrarkappingin endaði tíðliga í vár, so hevði langi steðgurin ikki sett allar aftur í styrki. Hjá 10 ára gomlu Maiu Petersen úr Ørvi var tað beint øvugt – hon var gaman í einsamøll í bólkinum U12 gentur við berboga, har skotið verður í átta metur frástøðu, men megnaði at seta bæði persónligt met og føroyskt met í bólkinum. Hon fekk 293 stig í sínum innleiðandi og endaliga umfari, og tað er fimm stig meira enn gamla metið uppá 288 stig, sum Herta S. Heradóttir úr Vágaskoti átti. Úrslitið hjá Maiu í gjár var okkurt um 100 stig betri enn hennara miðalúrslit í innleiðandi umførunum seinasta vetur.








Úrslit, U16 og U12 leygardagin 1. november:
Gentur berbogi U12, 8 metur
Innleiðandi og endaligt:
Maia Petersen (Ørvur), 156+137 = 293.
Dreingir berbogi U12, 8 metur
Innleiðandi:
Eiri Thomassen (Vágaskot), 187+191 = 378.
Tummas Eivindarson (Tambar), 76+72 = 148.
Finala:
Eiri – Tummas, 6 – 0.
Dreingir recurve U12, 8 metur
Innleiðandi og endaligt:
Juda Petersen (Ørvur), 232+190 = 422.
Dreingir berbogi U16, 12 metur
Innleiðandi:
Arthur Olsen (Tambar), 215+210 = 425.
John Brynjer á Skúr (Tambar), 114+127 = 241.
Finala:
Arthur – John Brynjer, 7 – 3.
Gentur compound U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Marta B. Poulsen (Ørvur), 257+256 = 513.
Dreingir compound U16, 12 metur
Innleiðandi:
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 282+281 = 563.
Rói Højgaard (Ørvur), 272+262 = 534.
Finala:
Narvi – Rói, 141 – 136.
Gentur recurve U16, 12 metur
Innleiðandi:
Lea Naomi H. Niclasen (Tambar), 190+169 = 359.
Serafia Ró E. Ragnarsdóttir (Tambar), 132+106 = 238.
Anna Daisi Havmand (Tambar), 46+63 = 109.
Hálvfinala:
Serafia Ró – Anna Daisi, 7 – 1.
Finala:
Lea Naomi – Serafia Ró, 6 – 2.
Dreingir recurve U16, 12 metur
Innleiðandi:
Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 214+224 = 438.
Pauli Viderø Johannesen (Ørvur), 162+159 = 321.
Finala:
Jón Sjúrður – Pauli, 6 – 2.