Myndin er frá finaluskjótingini í FM á 18 metrum á Eiði 16. mars í ár

Vetrarkappingin byrjar í Søldarfirði

  • 07.okt.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 
18 metrar, 12 metrar

DAGFØRD GREIN, FREISTIN AT TEKNA SEG FLUTT TIL KLOKKAN 22

Ørvur er vertur fyri fyrstu innandura bogaskjótikappingini í vetur, sum verður í Søldarfirði vikuskiftið 26. – 27. oktober. Freistin at tekna seg er 22. oktober klokkan 22. (Myndin er frá FM á 12 metrum í Miðvági 2. mars) 

Seinasta vikuskiftið í hesum mánaðinum, leygardagin 26. oktober og sunnudagin 27. oktober, verður vetrarskráin í bogaskjóting skotin í gongd á innandura skjótibreytini hjá Ørvi í Navigare-bygninginum á havnarlagnum í Søldarfirði.

Leygardagin 26. oktober kappast teir yngru skjúttarnir í 12 metur frástøðu, og sunnudagin 27. oktober verður kappast úr 18 metrum. Báðar dagarnar byrjar kappingin klokkan 14 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn.

Freistin at tekna seg er týskvøldið 22. oktober klokkan 22, og tað verður eisini reglan í vetur, at tekningarfreistin til einstøku innandurakappingarnar altíð er týskvøldið undan kappingarvikuskiftinum.

Til ber at tekna seg til kappingina í Søldarfirði HER (freistin er farin).

Eisini í vetur er tætt ímillum aktivitetirnar, sum standa bogaskjúttunum í boði. Vetrarskráin 2024-2025 kann takast niður HER.

Fyrivarni verður tó tikið fyri, at broytingar kunnu henda í skránni.

Aftur