Myndin á forsíðuni er frá barnakappingini leygardagin. Myndin omanfyri er av compound-skjúttum sunnudagin

Tað legst afturat hjá teimum yngru bogaskjúttunum

  • 24.nov.2026
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Nógvar spennandi hólmgongur vóru í innandurakappingini í Miðvági um vikuskiftið, og luttøkan var aftur stak góð

Ikki færri enn 39 tilmeldingar vóru til innandurakappingina í bogaskjóting, sum var skotin í Miðvági um vikuskiftið, og helmingurin var skjúttar í U12 og U16. Tað er hugaligt, at týðulig tilgongd er hjá teimum yngstu skjúttunum, tí í fjør var meira soltið í so máta, tó at nógvir ungir skjúttar møttu upp til venjingarnar hjá Tambum beint eftir, at bogaskjóting hevði verið á skránni hjá Skúlaleikum.

Leygardagin skutu U12 og U16, og kapping var í øllum teimum luttakandi bólkunum.

Berbogi gentur U12

Hjá U12-gentunum við berboga vóru tær fimm, sum kappaðust á átta metrum.

Kitty Gunn Joensen úr Vágaskoti vann innleiðandi kappingina greitt framman fyri Alice Lilly Næs Tavsen, eisini úr Vágaskoti, systrarnar Nelly og Maia Petersen úr Ørvi vóru ávikavist nummar trý og fýra, og á fimta plássi var Ása Joensen úr Vágaskoti.

Ása og Maia skutu fjórðingsfinalu, og tað bleiv ein spennandi dystur, har tað stóð á jøvnum, áðrenn Ása vann tað seinasta umfarið og harvið dystin 6 – 4. Í hálvfinaluni møtti Ása tó favorittinum Kitty Gunn, sum vann 6 – 0. Hina hálvfinaluna vann Alice Lilly 6 – 2 á Nelly.

Ása og Nelly skutu síðan um bronsuna, og her vann Ása 6 – 2.

Kitty Gunn livdi aftur upp til sín favorittleiklut í finaluni móti Alice Lilly. Kitty Gunn vann finaluna 6 – 0.

Gentur berbogi, U12. Ása Joensen (Vágaskot), bronsu, Kitty Gunn Joensen (Vágaskot), gull, og Alice Lilly Næs Tavsen (Vágaskot), silvur


Berbogi dreingir U12

Hjá dreingjunum við berboga í U12 vóru eisini fimm luttakarar. Bárður Viderø Johannesen úr Ørvi var suverenur í innleiðandi kappingini, sum hann vann framman fyri Tummas Eivindarson, Tambar, Bartal Skarðenni, Tambar, Hans Jákup Joensen, Vágaskot, og Viljam Thorsteinsson, Tambar.

Viljam og Hans Jákup skuldu skjóta fjórðingsfinalu um eitt pláss í hálvfinalunum, og tað vann Viljam við einum 6 – 2-sigri.

Hann megnaði eisini at geva Bárði mótstøðu í hálvfinaluni, sum Bárður tó vann 7 – 3. Hina hálvfinaluna vann Tummas 6 – 0 á Bartal.

Bronsudysturin millum Viljam og Bartal bleiv sera spennandi, men tað endaði við, at Viljam var omaná og vann dystin 6 – 4. Frá at enda aftastur á fimta plássi í innleiðandi kappingini, megnaði Viljam sostatt kortini at skjóta seg til eitt heiðursmerki.

Finalan millum Bárð og Tummas bleiv minni spennandi, tí hana vann Bárður 6 – 0.

Dreingir berbogi, U12. Tummas Eivindarson (Tambar), silvur, Bárður Viderø Johannesen (Ørvur), gull, og Viljam Thorsteinsson (Tambar), bronsu


Recurve dreingir U12

Hjá recurve-dreingjunum í U12 var tað eisini so sum so við spenninginum millum teir tríggjar skjúttarnar. Hjalmar Gaardlykke Ole-Jacobsen úr Vágaskoti vann innleiðandi kappingina framman fyri Dánial Paula Falkvard úr Vágaskoti á øðrum plássi og Magnus Mortensen úr Tambum á triðja plássi.

Og hetta var eisini raðfylgjan, tá heiðursmerkini blivu handað.

Dánial Pauli og Magnus skutu hálvfinalu, sum Dánial Pauli vann 6 – 2.

Minni gott gekk tað tó hjá honum í finaluni móti Hjalmari, sum vann 6 – 0.

Dreingir recurve U12. Magnus Mortensen (Tambar), bronsu, Hjalmar Gaardlykke Ole-Jacobsen (Vágaskot), gull, og Dánial Pauli Falkvard (Vágaskot), silvur


Compound gentur U16

Hjá compound-gentunum í U16 Vár Fagradal Hansen úr Ørvi, sum kort síðan er byrjað sum bogaskjútti, at hennara sigur í fyrstu kappingini í Havn ikki bara var ein heppin byrjan.

Hon tapti tepurt innleiðandi kappingina til liðfelagan Martu Blábjørg Poulsen, sum var einasti kappingarneyti, men í spennandi og jøvnu finaluni var Vár aftur omaná, tá av tornaði, og hon vann 135 – 133.

Gentur compound, U16. Vár Fagradal Hansen (Ørvur), gull, og Marta B. Poulsen (Ørvur), silvur


Recurve dreingir U16

Tríggir skjúttar kappaðust við recurveboga hjá U16-dreingjunum, og her gjørdi Jón Sjúrður Jóhansson úr Vágaskoti ein ordans vørr í finaluumførunum, eftir at hann bleiv nummar tvey í innleiðandi kappingini. Arthur Vest Olsen úr Tambum vann innleiðandi kappingina, og Pauli Viderø Johannesen úr Ørvi bleiv nummar trý.

Jón Sjúrður vann síðan hálvfinaluna móti Paula 7 – 1, og í finaluni móti Arthuri var hann eisini flúgvandi og vann 6 – 0.

Sunnudagin vóru kappingarnar hjá U18 og teimum vaksnu á skránni.

Dreingir recurve, U16. Arthur Vest Olsen (Tambar), silvur, Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), gull, og Pauli Viderø Johannesen (Ørvur), bronsu. Í innleiðandi kappingini settu bæði Jón Sjurður og Pauli persónlig met við ávikavist 484 og 476 stigum


Compound dreingir U18

Hjá compound-dreingjunum í U18 var gongdin tann sama sum í fyrstu kappingini í Havn hjá teimum trimum skjúttunum úr Ørvi, ið kappast í bólkinum. Narvi E. Jensen vann innleiðandi kappingina, Jónas B. Poulsen var nummar tvey og Rói Højgaard nummar trý. Men stutt var ímillum teir.

Jónas og Rói skutu hálvfinalu, sum Jónas vann 139 – 132, men síðan mátti hann lúta í finaluni móti Narva, sum vann gullsigurin 142 – 137.

Dreingir compound, U18. Jónas B. Poulsen (Ørvur), silvur, Narvi E. Jensen (Ørvur), gull, og Rói Højgaard (ørvur), bronsu
Rói Højgaard úr Ørvi setti persónligt met við 533 stigum í innleiðandi kappingini


Compound kvinnur

Hjá compound-kvinnunum var tann bara 13 ára gamla Marta B. Poulsen í toppformi og megnaði at vinna silvurheiðursmerkið. Tær vóru bara tríggjar, ið kappaðust, og Amy við Rætt úr Ørvi vann innleiðandi kappingina sannførandi framman fyri Rakul Dam úr Tambum á øðrum plássi.

Marta bleiv nummar trý í innleiðandi kappingini, men við 486 stigum setti hon kortini persónligt met, og síðan gjørdi hon ikki mætari enn at vinna hálvfinaluna móti Rakul.

Í finaluni fekk hon tó onki gjørt við Amy, sum vann ein tryggan sigur, 138 – 129.

Kvinnur compound. Marta B. Poulsen (Ørvur), silvur, Amy við Rætt (Ørvur), gull, og Rakul Dam, Tambar, bronsu


Compound menn

Sjey skjúttar kappaðust hjá compound-monnunum, og sum so ofta leveraðu teir bæði spenning og undirhald.

Raðfylgjan í innleiðandi kappingini var henda: Jóannes Poulsen, Nikkel Petersen og Kaj Johannesen, allir úr Ørvi, Jógvan Niclasen, Tambar, og síðan Narvi E. Jensen, Jónas B. Poulsen og Rói Højgaard, allir úr Ørvi.

Jóannes slapp beinleiðis í hálvfinaluna, meðan hinir seks skuldu skjóta fjórðingsfinalur.

Her vann Jógvan tepurt á Narva í einum sera spennandi og jøvnum dysti. Eftir fýra umfør var støðan púra jøvn 110 – 110, men seinasta umfarið vann Jógvan við einum stigi, og harvið vann hann dystin 138 – 137.

Fjórðingsfinalan millum Kaj og Jónas var eisini spennandi. Eftir trý umfør lúrdi sensasjónin, tá Jónas legði seg framum samanlagt við einum stigi. Men tá tók Kaj sær um reiggj og vann tey tvey seinastu umførini og dystin samanlagt 143 – 140.

Seinasta fjórðingsfinalan var millum Nikkel og Róa, og hana vann Nikkel greitt 145 – 137.

Jóannes vann eisini ein greiðan sigur í síni hálvfinalu móti Jógvani, her var úrslitið 145 – 138, men í hinari hálvfinaluni var spenningur við lít. Liðfelagarnir Kaj og Nikkel vóru í hólmgongu, og tað gekk so javnt á, at tað stóð á jøvnum eftir fýra umfør. Tríggir teir seinastu pílarnir í part vóru avgerandi, og her var Kaj eitt vet neyvari og vann við einum stigi, 144 – 143.

Nikkel vann síðan bronsudystin móti Jógvani 142 – 139, og Jóannes vann 145 – 143 á Kaj í finaluni.

Menn compound. Kaj Johannesen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Nikkel Petersen (Ørvur), bronsu


Recurve kvinnur

Fýra kvinnur kappaðust við recurve-boga, og tær vóru allar úr Vágaskoti. Pernille Krogh vann innleiðandi kappingina, dótturin Tóra Dinna Reynskor var næst, Vanja Djurhuus nummar trý og Marianna Reynskor nummar fýra.

Pernille vann sína hálvfinalu móti Mariannu 6 – 0, men hin hálvfinalan, sum var millum Tóru Dinnu og Vanju, bleiv spennandi við lít og mátti avgerast við shoot off, tá tað stóð á jøvnum 5 – 5 eftir tey regluligu fimm umførini. Tóra Dinna var eitt vet neyvari við sínum shoot off-skoti, hon rakti 10’aran, meðan Vanja rakti 9’aran.

Bronsudysturin millum Mariannu og Vanju var eisini javnur og spennandi, og eftir fýra umfør stóð á jøvnum 4 – 4. Men seinasta umfarið vann Marianna trygt og tískil dystin 6 – 4.

Finalu-hólmgongan millum møðgurnar Pernille og Tóru Dinnu endaði við einum 7 – 1-sigri til Tóru Dinnu, men umfar fyri umfar var dysturin nógv meira spennandi, enn endaliga úrslitið bendir á. Fyrsta umfarið endaði javnt 23 – 23, næsta umfarið vann Tóra Dinna við einum stigi 26 – 25, tað endurtók seg í triðja umfari, sum hon vann 25 – 24, men í fjórða umfari bant hon tó um sigurin og vann tað við tveimum stigum, 28 – 26.

(Mynd vantar)

Recurve menn

Hjá recurve-monnunum var Bárður Magnusson úr Vágaskoti við aftur, og tað fingu hinir báðir skjúttarnir, Leivur Joensen úr Vágaskoti og Pauli Mortensen úr Tambum, at merkja.

Bárður vann innleiðandi kappingina framman fyri Leiv og Paula.

Leivur vann síðan hálvfinaluna á Paula 6 – 0, og í finaluni fekk Bárður eisini góða mótstøðu frá Leivi. Men Bárður vann tó finaluna rættiliga trygt 7 – 3.

Menn recurve. Leivur Joensen (Vágaskot), silvur, Bárður Magnusson (Vágaskot), gull, og Pauli Mortensen (Tambar), bronsu



Úrslit, U16 og U12 leygardagin 21. november


Gentur berbogi U12, 8 metur

Innleiðandi:

Kitty Gunn Joensen (Vágaskot), 161+154 = 315.

Alice Lilly Næs Tavsen (Vágaskot), 136+116 = 252.

Nelly Petersen (Ørvur), 89+71 = 160.

Maia Petersen (Ørvur), 56+101 = 157.

Ása Joensen (Vágaskot), 77+53 = 130.


Fjórðingsfinala:

Ása – Maia, 6 – 4.


Hálvfinalur:

Kitty Gunn – Ása, 6 – 0.

Alice Lilly– Nelly, 6 – 2.


Bronsudystur:

Ása – Nelly, 6 – 2.


Finala:

Kitty Gunn – Alice Lilly, 6 – 0.


Dreingir berbogi U12, 8 metur

Innleiðandi:

Bárður Viderø Johannesen (Ørvur), 183+167 = 350.

Tummas Eivindarson (Tambar), 109+136 = 245.

Bartal Skarðenni (Tambar), 96+121 = 217.

Hans Jákup Joensen (Vágaskot), 91+112 = 203.

Viljam Thorsteinsson (Tambar), 76+105 = 181.


Fjóðingsfinala:

Viljam – Hans Jákup, 6 – 2.


Hálvfinalur:

Bárður – Viljam, 7 – 3.

Tummas – Bartal, 6 – 0.


Bronsudystur:

Viljam – Bartal, 6 – 4.


Finala:

Bárður – Tummas, 6 – 0.


Dreingir recurve, U12, 8 metur

Innleiðandi:

Hjalmar Gaardlykke Ole-Jacobsen (Vágaskot), 173+172 = 345.

Dánial Pauli Falkvard (Vágaskot), 138+169 = 307.

Magnus Mortensen (Tambar), 127+98 = 225.


Hálvfinala:

Dánial Pauli – Magnus, 6 – 2.


Finala:

Hjalmar – Dánial Pauli, 6 – 0.


Gentur compound U16, 12 metur

Innleiðandi:

Marta Blábjørg Poulsen (Ørvur), 267+270 = 537.

Vár Fagradal Hansen (Ørvur), 264+267 = 531.


Finala:

Vár – Marta, 135 – 133.


Dreingir recurve, U16, 12 metur

Innleiðandi:

Arthur Vest Olsen (Tambar), 247+244 = 491.

Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 231+253 = 484.

Pauli Viderø Johannesen (Ørvur), 245+231 = 476.


Hálvfinala:

Jón Sjúrður – Pauli, 7 – 1.


Finala:

Jón Sjúrður – Arthur, 6 – 0.


Úrslit, U18 og seniorar, 18 metur, sunnudagin 22. november


Dreingir compound, U18, 18 metur

Innleiðandi:

Narvi E. Jensen (Ørvur), 277+279 = 556.

Jónas B. Poulsen (Ørvur), 273+276 = 549.

Rói Højgaard (Ørvur), 268+265 = 533.


Hálvfinala:

Jónas – Rói, 139 – 132.


Finala:

Narvi – Jónas, 142 – 137.


Kvinnur compound

Innleiðandi:

Amy við Rætt (Ørvur), 277+280 = 557.

Rakul Dam (Tambar), 237+254 = 491.

Marta Blábjørg Poulsen (Ørvur), 234+252 = 486.


Hálvfinala:

Marta – Rakul, 126 – 121.


Finala:

Amy – Marta, 138 – 129.


Menn compound

Innleiðandi:

Jóannes Poulsen (Ørvur), 292+295 = 587.

Nikkel Petersen (Ørvur), 288+289 = 577.

Kaj Johannesen (Ørvur), 284+290 = 574.

Jógvan Niclasen (Tambar), 280+276 = 556. (fleiri 10’arar enn Narvi)

Narvi E. Jensen (Ørvur), 277+279 = 556.

Jónas B. Poulsen (Ørvur), 273+276 = 549.

Rói Højgaard (Ørvur), 268+265 = 533.


Fjórðingsfinalur:

Jógvan – Narvi, 138 – 137.

Kaj – Jónas, 143 – 140.

Nikkel – Rói, 145 – 137.


Hálvfinalur:

Jóannes – Jógvan, 145 – 138.

Kaj – Nikkel, 144 – 143.


Bronsudystur:

Nikkel – Jógvan, 142 – 139.


Finala:

Jóannes – Kaj, 145 – 143.


Kvinnur recurve

Innleiðandi:

Pernille Krogh (Vágaskot), 246+250 = 496.

Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 235+213 = 448.

Vanja Djurhuus (Vágaskot), 218+196 = 414.

Marianna Reynskor (Vágaskot), 194+216 = 410.


Hálvfinalur:

Pernille – Marianna, 6 – 0.

Tóra Dinna – Vanja, 6 – 5.


Bronsudystur:

Marianna – Vanja, 6 – 4.


Finala:

Tóra Dinna – Pernille, 7 – 1.


Menn recurve

Innleiðandi:

Bárður Magnusson (Vágaskot), 260+257 = 517.

Leivur Joensen (Vágaskot), 261+236 = 497.

Pauli Mortensen (Tambar), 226+232 = 458.


Hálvfinala:

Leivur – Pauli, 6 – 0.


Finala:

Bárður – Leivur, 7 – 3.

Aftur