BSKF bjóðar til fund um oyggjaleikirnar

  • 16.sep.2026
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Allir skjúttar, sum eru áhugaðir at luttaka í oyggjaleikunum í Føroyum næsta summar, vælkomnir til Miðvágs á fund

Mikukvøldið 23. september klokkan 19 bjóðar BSKF øllum skjúttum, sum hava áhuga í at vera við á Betri Oyggjaleikum í Føroyum næsta summar, til ein óformligan fund í Vágaskoti í Miðvági.

Á fundinum verður millum annað tosað um, hvørji krøv kunnu væntast at verða sett fyri luttøku á oyggjaleikunum, og hvørjar ætlanir eru fyri venjingum í sambandi við leikirnar.

Tað verða tríggjar úttøkukappingar í vár, frá seinast í mars til seinast í apríl, men ætlanin er at finna fram til bestu dagfestingarnar á fundinum í Miðvági.

Uppmøting á fundinum er á ongan bindandi, og BSKF vónar, at nógvir skjúttar møta.

Um onkur hevur áhuga at vera við á fundinum, men ikki fær møtt í Miðvági, ber til at luttaka online. Tey, ið ynskja tað, skulu geva BSKF boð um hetta í seinasta lagi ein tíma áðrenn fundurin byrjar á bskf@bskf.fo

Aftur