FM uttandura verður leygardagin

  • 27.aug.2026
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Tríggir kvinnuligir og seks mannligir compoundskjúttar og ein kvinnuligur recurveskjútti hava teknað seg til FM uttandura

Leygardagin klokkan 10 verður FM í uttandura bogaskjóting skotið í gongd á skjótibreytini í Hoydølum.

Líkindini at skjóta síggja út til at verða nøkulunda tey somu leygardagin og sunnudagin, og BSKF-nevndin gjørdi tí av at velja tann fyrra dagin.

Kappingin verður skipað sum 720-umfar, har skotið verður tvær ferðir 36 pílar. Einsamalli recurveskjúttin skjýtur í 70 metur frástøðu, og frástøðan hjá compoundskjúttunum er 50 metrar.

Byrjað verður við trimum upphitingarumførum.

FM-kappingin hjá mannligu recurve-skjúttunum hevur verið, hon bleiv framskundað til 16. august.

Aftur