Myndirnar eru frá kapping í Søldarfirði 24. - 25. januar í ár
Kapping í Søldarfirði næsta vikuskifti
- 22.nov.2026
- Lagt út hevur: Nevndin
Ørvur er vertur fyri innandurakappingini í bogaskjóting næsta vikuskifti
Innandurakapping er í Sødarfirði 28. - 29. november, og skotið verður í skjótihøllini í Søldarfirði.
Leygardagin 28. november kappast U12 í átta metur frástøðu og U16 í 12 metur frástøðu, og sunnudagin 29. november kappast U18 og seniorarnir, báðir bólkarnir í 18 metur frástøðu.
Kappingin byrjar klokkan 14 báðar dagarnar og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn.
Seinasta freist at tekna seg er á midnátt týskvøldið 24. november.
Leinki at tekna seg til kappingina er HER.