Myndirnar eru frá kappingini í Havn 22. og 23. november í fjør
Vetrarkappingin byrjar næsta vikuskifti
- 01.nov.2026
- Lagt út hevur: Nevndin
Fyrsta innandurakappingin í vetur verður í Havn 7. og 8. november
Tambar eru vertir fyri fyrstu innandurakappingini í bogaskjóting í vetur, sum verður í Havn næsta vikuskifti, 7. - 8. november.
Leygardagin 7. november kappast U12 (8 metur frástøða) og U16 (12 metur frástøða), og sunnudagin 8. november kappast U18 og tey vaksnu – seniorarnir í 18 metur frástøðu.
Báðar dagarnar byrjar kappingin klokkan 14 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn.
Fyrivarni verður tikið fyri, at broytingar kunnu henda í skránni fyri kappingina.
Leinki at tekna seg er HER.
GG! Seinasta freist at tekna seg er týskvøldið 3. november á midnátt.