Myndirnar eru frá kapping í Miðvági 10. - 11. januar í ár

Innandurakapping verður í Miðvági

  • 15.nov.2026
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Næsta innandurakappingin í vetur verður í Miðvági 21. – 22. november

Vágaskot er vertur fyri innandurakappingini í bogaskjóting næsta vikuskifti. Skotið verður í skjótihøllini í Miðvági.

Leygardagin 21. november kappast U12 í átta metur frástøðu og U16 í 12 metur frástøðu, og sunnudagin 22. november kappast U18 og seniorarnir, báðir bólkarnir í 18 metur frástøðu.

Kappingin byrjar klokkan 14 báðar dagarnar og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn.

Seinasta freist at tekna seg er á midnátt týskvøldið 17. november, og leinki at tekna seg kann takast niður og svarast HER.

Aftur