Føroyski hópurin, sum luttók í EM í Kroatia í februar í ár

Kravið er 500 pílar um vikuna

  • 10.okt.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Fyri at koma upp á tal at luttaka í altjóða kappingum umboðandi Føroyar skulu áhugaðir bogaskjúttar frá og við næstu viku, viku 42, skjóta minst 500 pílar um vikuna. Teir yngstu skjúttarnir fáa eisini møguleikar at sleppa út um landoddarnar at kappast. Myndin á forsíðuni er av hópinum, sum í summar var í Odense og kappaðist um norðurlendska ungdómsmeistaraskapin, NUM

Nevndin í Bogaskjótsambandi Føroya, BSKF, er samd um, at átøk at røkka fleiri góðum úrslitum í altjóða kappingum skulu ganga hond í hond við royndirnar at lokka fleiri fólk, ikki minst ung, til bogaskjótiítróttina. Við øðrum orðum verður roynt at hækka støðið hjá elituskjúttunum, samstundis sum roynt verður at fáa fleiri skjúttar at leggjast afturat breiddini.

Tað verða bara bogaskjúttar, ið veruliga vilja tað, ið fram eftir sleppa luttaka í altjóða kappingum umboðandi Føroyar – her verður í fyrsta lagi hugsað um EM- og HM-kappingar, og ikki Oyggjaleikir, ið vanliga hevur sínar egnu úttøkureglur.

Nevndin í BSKF hevur eftir tilmæli frá Martini Damsbo, landsliðsvenjara, samtykt, at minstakravið fyri at koma upp á tal til altjóða kappingar er, at einstaki skjúttin í minsta lagi skjýtur 500 pílar í miðal um vikuna frá og við næstu viku, sum er vika 42.

Fyri at tryggja sær pláss í einum EM- ella HM-hópi er í seinasta enda eisini neyðugt at vísa á úrslit, tí luttakaratalið avmarkar seg sjálvt við tað, at hvør tjóð í mesta lagi kann hava hava tríggjar skjúttar í hvørjum bogaflokki til kappingarnar.

Næstu altjóða kappingarnar, sum tað verður aktuelt hjá vaksnu skjúttunum at bjóða seg fram til er EM innandura, sum verður í Samsun í Turkalandi 17. – 23 . februar 2025 og HM uttandura, sum verður í Gwangju í Suðurkorea 5. – 12. september 2025.

Hópurin, sum í summar var í Odense í Danmark og kappaðist um norðurlendska ungdómsmeistaraskapin í bogaskjóting, NUM

Gularót til ungu skjúttarnar

Tað er serliga í tí yngra endanum, at møguleikarnir at rekruttera nýggjar bogaskjúttar eru, og BSKF vil tí royna at gera tað hugaligari hjá børnum og ungum at íðka bogaskjóting. Eitt nú skulu tey hava okkurt spennandi at kappast fram ímóti, eina “gularót”, og í vetur verður tað møguleikin at sleppa til Danmarkar at kappast um Frederiksborg Pokalen. Tann kappingin, sum er ein innandurakapping  verður 2. februar.

Eisini hjá teimum ungu skjúttunum verða krøv sett fyri at sleppa við uttanlands, men her verður tað upp til einstøku bogaskjótifeløgini at meta um, hvønn tey vilja mæla til at senda avstað. Millum ungu skjúttarnar eru altíð onkrir, ið skara framúr, og BSKF fer at skipa tað soleiðis, at møguleiki verður at fíggja størri part av útreiðslunum hjá skjúttum, ið verða mettir at hava møguleika at vinna heiðursmerki.

Tann stóra kappingin hjá teimum bestu ungdómsskjúttunum at stremba eftir er uttandurakappingin um norðurlendska ungdómsmeistaraskapin, NUM. NUM verður í Svøríki næsta summar, og tó at luttakaratalið ikki er avmarkað, fara at úttøkutreytir at verða settar føroysku skjúttunum, sum tað lýður fram ímóti kappingini

Aftur