Føroysku luttakararnir á North Atlantic 2024 í Orknoyggjum - allir compoundskjúttar. Úr vinstru er tað Jógvan Niclasen, Nikkel Petersen, maskotturin hjá Oyggjaleikum í Orknoyggjum 2025, Jóannes Poulsen, Sámuel Petersen og Rakul Dam.

Eitt gull og tvær ferðir silvur í Orknoyggjum

  • 20.aug.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Líkindini vóru avgjørt ikki av teimum bestu, tá bogaskjótikappingin North Atlantic 2024 var í Orknoyggjum um vikuskiftið, men tað forðaði ikki Jóannesi Poulsen at vinna gull og Nikkel Petersen silvur í compoundkappingini hjá monnum og Rakul Dam silvur hjá kvinnum

Fimm føroyskir compoundskjúttar vóru við, tá bogaskjótikappingin North Atlantic 2024 varð hildin í ringum veðri í Kirkwall í Orknoyggjum um vikuskiftið.

Hóast vánaligu líkindini varð skotið bæði leygardagin og sunnudagin, og sjálv kappingin var eitt fult FITA-umfar hjá bæði monnum og kvinnum, sum var skotið leygardagin. Her gjørdu Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen, báðir úr Ørvi, av álvara um seg og vunnu ávikavist silvur og gull.

Skjúttarnir lótu væl at bogaskjótibreytini í Orknoyggjum

Nummar eitt og tvey

Jóannes bleiv nummar eitt á 70 metrum við 321 stigum og á 50 metrum við 332 stigum, nummar tvey á 30 metrum við 355 stugyn og nummar trý á 90 metrum við 265 stigum. Samanlagt gav tað honum 1273 stig og fyrstaplássið í kappingini.

Nikkel varð fremstur á 30 metrum við 356 stigum, nummar tvey á 90 metrum við 277 stigum, nummar trý á 50 metyrum við 325 stigum og nummar fimm á 70 metrum við 305 stigum – tilsamans bleiv tað 1263 stig og annaðplássið. Michael Leslie úr Orknoyggjum bleiv nummar trý við 1254 stigum.

Vindurin darvaði

Jóannes var, sum vera man, fegin um gullið.

- Tað er altíð ein góð kensla at blíva nummar eitt, hóast 1273 stig við 144 pílum ikki er serliga imponerandi. Skjótibreytin var ordiliga góð, men nógvi vindurin gjørdi, at øll raktu munandi verri samanborið við ein vanligan dag – teir lokalu søgdu seg liggja millum 80 og 100 stig undir tí, teir høvdu væntað at klára undir vanligum umstøðum, greiðir hann frá.

Hjá compoundkvinnunum bjargaði Rakul Dam, Tambar, Føroyum enn eitt heiðursmerki, tá hon vann silvur. Rakul bleiv nummar tvey í øllum fýra frástøðunum og fekk tilsamans  859 stig. Helen Corsie úr Orknoyggjum var suveren í kappingini og bleiv við sínum tilsamans 1175 stigum nummar eitt, Rochelle van Niekirk frá Hebridunum bleiv nummar trý við 669 stigum.

Sámuel og Jógvan reistust

Sámuel Petersen og Jógvan Niclasen fingu ikki rættiliga fótin fyri seg leygardagin, men dagin eftir gekk munandi betur hjá báðum, hóast tað eisini sunnudagin var nógvur vindur.

Øll skutu ímóti øllum, sama hvat slag bogin var, men skjúttarnir vóru býttir í tveir bólkar. Sámuel vann duellirnar í sínum bólki, og Jógvan var sum hamskiftur samanborið við dagin fyri. Hann smurdi alt av – so bert spell, at kappingin sunnudagin ikki taldi við í North Atlantic 2024, men meira var til stuttleika.

Samanumtikið vóru føroysku bogaskskjúttarnir glaðir fyri síni avrik og fyri túrin, sum var bæði stuttligur og læruríkur

Kappingin North Atlantic 2024 var merkt av stórum blíðskapi og góðum hýri. Her eru heiðursmerkjavinnararnir savnaðir til eina heldur øðrvísið felags myndatøku

Vekja kapping til lívs

Fyriskipararnir av North Atlantic 2024 ætlaðu kappingina sum eina fyrireiking til Oyggjaleikirnar, sum verða í Orknoyggjum næsta ár, men hugsanin var eisini at vita, um áhugi kanska er fyri at vekja til lívs aftur norðuratlantisku bogaskjótikappinginar, sum til fyri nøkrum árum síðan plagdu at vera millum Orknoyggjar, Hetland og Føroyar.

Jóannes Poulsen vónar, at tað eisini verður úrslitið, sum spyrst burtur úr.

- Tað hevði verið óført, um tann kappingin av álvara kom afturíaftur. Talan er um smá oyggjasamfeløg, sum eru nærmastu grannar, so tað átti at verið upplagt. Men tað er spell, at tað skal vera so dýrt hjá hesum grannunum at vitja hvønn annan, at tað helst er størsta forðingin fyri kappingini, sigur Jóannes Poulsen.

Aftur