Ávísingarmyndin á forsíðuni og henda myndin eru frá FM í Miðvági 16. mars

Vetrarkappingin byrjar í Miðvági

  • 24.okt.2025
  • Lagt út hevur: Nevndin 

1. og 2. november er Vágaskot vertur fyri fyrstu innandurakappingini í vetur. Freistin at tekna seg er týskvøldið á midnátt

Fyrsta innandurakappingin í vetrarhálvuni 2025-2026 verður hjá Vágaskoti í Miðvági 1. og 2. november.

Leygardagin 1. november kappast barna- og ungdómsskjúttarnir í aldursbólkunum U12 (8 metur frástøða), U16 (12 metur frástøða) og U18 (18 metur frástøða), og sunnudagin 2. november er Grand Prix-kapping hjá seniorunum á 18 metrum.

Báðar dagarnar byrjar kappingin klokkan 14 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn. 
Fyrivarni verður tikið fyri, at broytingar kunnu henda í tíðarsetingunum, alt eftir hvussu nógv tekna seg.

Seinasta freist at tekna seg er týskvøldið 28. oktober á midnátt – og tað verður ikki víkt frá tíðarfreistini.

Leinki til tiltekningina er HER

Aftur