Vátur, men góður NUM-dagur

  • 05.jul.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Skjúttarnir eru væl nøgdir við avrikini í innleiðandi kappingini í NUM í dag. Bara í recurve var eisini farið undir finaluskjótingina í dag, har Lea Karina gjørdist akkurát ov stutt í 1/8-finaluni, men setti persónligt met á 40 metrum

--

GG! Greinin er dagførd við úrslitinum hjá Leu Karinu í 1/8-finaluni. NUM-skráin er fleiri ferðir broytt vegna veður, og tað bleiv knappliga avgjørt, at 1/16-finalurnar og 1/8-finalurnar í recurve skuldu skjótast fríggjakvøldið beint eftir innleiðandi kappingarnar.

--

Fyrsti kappingardagurin í NUM í Odense var í dag, og var hann merktur av grovum ælaveðri við toru. Eina løtu var toruveðrið so nær, at kappingin mátti steðga í okkurt um ein tíma.

Veðrið skalaði tó ikki avrikini hjá føroysku skjúttunum, sum kláraðu seg væl í innleiðandi kappingini – onkur teirra heilt væl.

Eitt gullheiðursmerki er longu vunnið, tí tá avtornaði var Hannis á Plógv einsamallur í sínum bogaflokki, recurve U21 Open. Hann fekk tilsamans 497 stig í innleiðandi kappingini, og sjálvt um hann longu hevur tryggjað sær gullið, skal hann kortini skjóta bæði hálvfinaluumfarið og finaluumfarið í morgin, uttan mótstøðu sjálvandi.  

Narvi Jensen legði bragdliga út í sínum bólki, compound U16. Hann bleiv hann nummar 3 av 13 í innleiðandi kappingini. Hann fekk tilsamans 602 stig, sum er eins nógv, og sviin Carl Wenneberg fekk sum nummar 2. Sviin fekk tó annaðplássið, tí hann rakti 10’aran 16 ferðir ímóti 12 plettskotum hjá Narva.

Triðjaplássið merkir, at Narvi loypur 1/8-finaluna um í morgin og fer beinleiðis í fjórðingsfinaluna.

Tað gekk eisini væl hjá Dávidi Højgaard, sum skjýtur í bólkinum compound U18. Eftir fyrra umfarið í innleiðandi kappingini var hann nummar 3 av 11 við 307 stigum. Í øðrum umfari var hann óheppin við onkrum píli og fall eitt sindur aftur, men endaði kortini sum nummar 6 við tilsamans 606 stigum.

Fyrsti dysturin hjá Dávidi í morgin verður 1/8-finalan ímóti Noah Vestergaard úr Danmark, sum bleiv nummar 11 í innleiðandi kappingini.

Narvi Jensen og Dávid Højgaard, vinmenn og kappingarneytar í føroysku bogaskjótikappingunum. Í NUM eru tó í hvør sínum aldurbólki. Narvi rakti framúr væl í innleiðandi kappingini í dag og bleiv nummar 3, sum gevur beinleiðis pláss í fjórðingsfinaluni í morgin. Eisini Dávid hevði ein góðan dag og bleiv nummar 6 í innleiðandi kappingini

Marianna Reynskor í bólkinum recurve U21 Open fekk eina stak góða byrjan í innleiðandi kappingini, tá hon vann fyrsta umfarið við 252 stigum. Í øðrum umfari var hon tó ikki eins neyv við øllum pílunum, so tað umfarið bara gav 209 stig. 461 stig tilsamans rakk tó væl og virðiliga til eitt fjórðapláss, og fyrst á skránni hjá henni í morgin er fjórðingsfinalan ímóti norsku Rebekka Bergundhaugen Bakkemo, sum bleiv nummar 5 í innleiðandi kappingini í dag.

Hannis á Plógv, vinstrumegin, er einsamallur skjútti í sínum bólki, recurve dreingir U21, og hevur tískil longu tryggjað sær gullið. Marianna Reynskor, høgrumegin, fekk eitt flott fjórðapláss í innleiðandi kappingini í dag, og skal skjóta fjórðingsfinalu í morgin ímóti nummar 5

Lea Karina Haraldsen hevði eisini eina góða innleiðandi kapping í bólkinum recurve U16. Hetta er ein stórur bólkur við 19 tilmeldaðum skjúttum – ein teirra møtti tó ikki upp til innleiðandi kappingina. Lea Karina endaði miðskeiðis í bólkinum, sum nummar 9, við tilsamans 516 stigum - sum er persónligt met hjá Leu Karinu við 72 pílum á 40 metrum.  Tað var sera tætt ímillum skjúttarnar í ovaru helvtini á stigatalvuni – danin Ida Feddersen á fyrstaplássi fekk 565 stig, sum bara er 49 stig meira enn Lea Karina á níggjunda plássi.

Bara í recurve varð farið undir finaluskjótingina í dag - og tað næstan beinanvegin eftir innleiðandi kappingina. Her møtti Lea Karina donsku Kamilla Dahlenborg, sum var blivin nummar 8 í innleiðandi kappingini.

Lea Karina tapti tvey tey fyrstu umførini, men kom sterkt aftur og vann síðan tey tvey næstu umførini, so tað stóð á jøvnum 4 - 4. Tað kundi farið báðar vegir, men tíverri tapti Lea Karina seinasta umfarið, og kom tí ikki víðari í einstaklingakappingini. 

Lea Karina Haraldsen, vinstrumegin, á skjótibreytini í Odense. í innleiðandi kappingini í stóra bólkinum recurve gentur U16 endaði hon í miðjuni, men sera tætt var ímillum plássini uppeftir. Lea Karina tapti síðan 1/8-finaluna tepurt, men kundi frøast um at hava sett persónligt met við 72 pílum á 40 metrum

Barebow-skjúttin Lilja Strøm Winther og Eggaba Andreasen, NUM-venjari. Lilja tók seg nógv fram í seinna umfari í innleiðandi kappingini í dag, og var tí væl nøgd við dagin 

Lilja Strøm Winther byrjaði eitt sindur trilvandi í sínum bogaflokki, barebow U16, men rakti støðugt betri, sum kappingin leið. Í fyrra umfarinum fekk hon 144 stig, og lá tá sum nummar 13 av 13. Í seinna umfarium gekk tó munandi betur, hon fekk tá 253 stig og við 397 stigum tilsamans lyfti hon seg eitt pláss upp.

Góða framgongdin undir innleiðandi kappingini gjørdi, at Lilja kundi fara væl nøgd av skjótibreytini í dag. Fyrsti dysturin hjá henni er 1/8-finalan ímóti donsku Naiya Tut Jepsen, sum bleiv nummar fimm í innleiðandi kappingini.

Samanumtikið ein góður dagur, og útlitini fyri einum spennandi finaludegi í morgin eru avgjørt góð.

Føroysku skjúttarnir á NUM 2024 í Odense. Úr vinstru eru tað Marianna Reynskor, gentur recurve U21 Open, Hannis á Plógv, dreingir recurve U21 Open, Lilja Strøm Winther, gentur barebow U16, Lea Karina Haraldsen, gentur recurve U16, Dávid Højgaard, dreingir compound U18, og Narvi Jensen, dreingir compound U16. Sponsor-stuðlarnir eru Klima í Sandavági, Navigare í Søldarfirði, JHR Entreprenørar í Rituvík, og grannskoðaravirkið Risin í Sørvági. Eisini hava Atlantic Airways og Betri Banki stuðlað føroysku luttøkuni í NUM 2024

Aftur