Ungu skjúttarnir býttir í aldursbólkar
- 26.okt.2024
- Lagt út hevur: Nevndin
Nýggj kappingarskipan stóð sína roynd í Søldarfirði – og góð skjótiavrik vóru eisini í kappingini, har bæði Marta B. Poulsen úr Ørvi og Brandur T. Hansen úr Tambum settu persónlig met
Í innandura bogaskjótikappingini í Søldarfirði í dag hava barna- og ungdómsskjúttarnir fyri fyrstu ferð kunnað valt, hvørjum aldursbólki, teir vildu kappast.
Bara fimm skjúttar møttu til kappingina í dag, tá avtornaði, so tað verður valla tilfar til nakra víttfevnda eftirmeting, men í Bogaskjótisambandi Føroya, BSKF, vóna tey kortini, at nýggja skipanin fer at roynast væl. Endamálið er bæði, at ongin skal noyðast at kappast ímóti væl eldri og sterkari kappingarneytum, og at betri grundarlag verður fyri javnt og samt at lyfta støðið hjá yngru bogaskjúttunum.
Marta rakti væl í compound
Hóast tað kanska ikki bleiv so nógv tilfar til hagfrøðiligar greiningar, so bleiv skjótingin undirhaldandi, og tvey verulig met blivu enntá sett. Tá vit skriva ”verulig” met, er tað tí, at í roynd og veru settu allir skjúttarnir í dag met í teirra bólkum við tað, at hetta var fyrstu ferð, at kappast bleiv í nýggju bólkunum – tí vóru øll úrslitini nýggj og harvið met.
Marta B. Poulsen úr Ørvi, sum áður hevur skotið bæði við recurve boga og berboga á 12 metrum, royndi seg í dag við compoundboganum.
Hon er bara 11, men fyllir 12 í februar, tá vetrarkappingin er reiðiliga hálvrunnin, og tí skal hon kappast í U16 í vetur. Hon hevði bara seg sjálva at kappast ímóti í dag, men ta avbjóðingina tók hon í so mikið stórum álvara, at hon í innleiðandi umfarinum við 446 stigum setti persónligt met við compoundboganum.
Marta B. Poulsen úr Ørvi royndi seg fyri fyrstu ferð í kapping við compoundboganum, og hóast ongin bjóðaði henni av, megnaði hon at seta persónligt met við 446 stigum í innleiðandi umfarinum
Eisini Brandur setti met
Eisini recurveskjúttin Brandur T. Hansen úr Tambum vísti, at hann hevur hildið støðið í summarsteðginum – og reiðiliga tað. Í innleiðandi kappingini fekk hann 502 stig, sum eisini er hansara persónliga met.
Mótstøðumaðurin hjá honum var tvífaldi FM-vinnarin Jón Sjúrður Jóhansson úr Vágaskoti – hann vann FM á 12 metrum í seinastu vetrarkapping í hólmgongu móti júst Brandi. Seinni vann hann eisini FM á 15 metrum, men tá var tað uttan kapping.
Jón Sjúrður fekk 367 stig í innleiðandi kappingini í dag, og finaluna millum teir báðar vann Brandur sannførandi 6 – 0.
Jón Sjúrður er bara 9 ár, fyllir 10 í mars, og kundi tí skjóta í U12, um hann vildi. Men í so fall bleiv ongin kapping hjá hvørki honum ella Brandi, sum verður 13 í mars, og tískil noyðist at kappast í U16. Jón Sjúrður valdi heldur kappingina og teknaði seg eisini til kappingina í U16.
Við 502 stigum í innleiðandi kappingini setti Brandur T. Hansen, Tambar, persónligt met í dag
Brandur vann sannførandi finaluna í recurve U16
Jónas vann spennandi hólmgongu
Hóast tað altíð er spennandi og stuttligt at hyggja at, tá onkur setir met ella er nær við, so var tað í dystinum millum teir báðar compoundskjúttarnar Jónas B. Poulsen og Narva E. Jensen, báðir úr Ørvi, at tann størsti spenningurin bleiv. Men í dag lat Jónas tó ongan iva vera um sigurin, tá hann vann bæði innleiðandi kappingina og finaluna, tó at stigamunurin var lítil. Í innleiðandi kappingini fekk hann 524 stig og Narvi 512, og finaluna vann Jónas 135 – 127.
Narvi fyllir 14 til várs, og Jónas fyllir 15 um fáar dagar, so teir báðir kappaðust í U16.
Tað var lítil munur millum Jónas B. Poulsen (vinstrumegin) og Narva E. Jensen í bæði innleiðandi kappingini og í finaluni, men í dag var Jónas omaná báðu ferðirnar
Samsvar við altjóða reglur
Orsøkin til broytingina í kappingini hjá barna- og ungdómsskjúttunum við fleiri aldursbólkum og nýggju 8 metur frástøðuni hjá U12 er eitt ynski hjá Bogaskjótisambandinum, BSKF, um at fáa kappingarreglur og -standardir her heima at samsvara betur við reglur og standardir, sum verða brúkt í altjóða høpi.
Higartil hava øll børn og ung yngri enn 16 ár kunnað skotið úr 12 metra frástøðu, og onki annað aldursbýti, tíansheldur onnur frástøða, hevur verið upp á tal.
Men tað er broytt nú, tí nú skal bera til at tekna seg til kapping í tí aldursbólkinum, sum hóskar best til veruliga aldurin hjá tí einstaka skjúttanum. Av tí at talið av barna- og ungdómsskjúttum er so avmarkað í Føroyum, sum tað er, er avgerð tó tikin um ikki at hava eins nógvar aldursbólkar, sum tey hava í størru londunum rundan um okkum.
Í vetur verður roynt at hava aldursbólkarnar U12, har frástøðan er 8 metrar, U16, har frástøðan er 12 metrar, og U18, har frástøðan er 18 metrar. Ein skjútti kann tó altíð teknað seg til at kappast í einum eldri aldursbólki enn tann, sum svarar til veruliga aldurin hjá viðkomandi, men tað ber ikki til at fara øvugtan veg, altso í ein yngri aldursbólk enn tann, einstaki skjúttin hoyrir til.
Tað er gaman í at tekna seg til kapping í einum aldursbólki oman fyri egnan aldur, men ikki øvugt. Jón Sjúrður Jóhansson úr Vágaskoti fyllir 10, meðan vetrarkappingin er, og kundi havt teknað seg í U12. Tá hevði hann skula skotið úr bara 8 metrum. Men hann vildi heldur hava veruliga kapping og bjóðaði av í U16 - og tók tapið við rættum ryggi
Tillagað altjóða skipan
Samanborið við londini, sum hava allar aldursbólkarnar við, so verða U14 og U21 lopnir um í Føroyum, og ein annar munur er eisini, nær á árinum skiftið millum aldursbólkarnar liggur. Í til dømis Danmark er skiftið altíð á nýggjárinum, men í Føroyum verður tað 31. oktober – beint sum vetrarskráin við innandura kappingunum tekur við.
Orsøkin er í fyrsta lagi eitt ynski um at sleppa undan at noyðast at skula skifta í ein eldri aldursbólk mitt í vetrarkappingini og í øðrum lagi, at ungu føroysku skjúttarnir verða tvingaðir at flyta í eldri aldursbólk eitt sindur fyrr enn til dømis donsku javnaldrarnir. Hugsanin er, at hetta kann vera til fyrimuns fyri føroyskir bogaskjúttar, tá teir skulu uttanlands at kappast, til dømis til árligu norðurlendsku ungdómsmeistaraskapirnar í bogaskjóting, NUM.
Dømi: Ein ungur føroyskur bogaskjútti, sum fyllir 12 í februar 2025, hevði noyðst at kappast í eldri aldursbólki enn U12 longu frá 31. oktober í ár og restina av vetrarkappingini. Ein danskur skjútti, sum fyllir 12 í februar 2025, hevði afturímóti kunnað kappast í U12 til á nýggjárinum og tástani noyðst at flutt upp í eldri aldursbólk.