TSS-Open verður leygardagin

Nevndin 

Team SuðurSkot í Vági hevur tvey ára føðingardag, og leygardagin er Open-kapping fyri allar aldursbólkar og øll bogasløg. Gerið skjótt av og tekni' tykkum

Nú er at skunda sær at tekna seg til TSS Open, sum verður í Vági leygardagin.

Team SuðurSkot fyllir tvey ár, so tað verður hátíðardámur yvir kappingini, har tað ber til hjá teimum, sum eru yngri enn 10 ár, at skjóta úr átta metra frástøðu, U-16 skjóta úr 12 metrum, og hjá restini- U-21, Open og masters - verður frástøðan 18 metrar.

Til ber at tekna seg til barebow, recurve, compound og langboga. Innleiðandi kappingarnar byrja klokkan 10.

Compound-skjúttarnir mugu sjálvir syrgja fyri málskivum, ið klára at taka tey máttmiklastu skotini.

Eftir at Marghøllin í Vági, har Team SuðurSkot annars hevur hevur skotið, fekk stóran skaða seinasta vetur, er felagið sloppið at skjóta í eini høll á havnalagnum í Vági - adressan er Bryggjan 13.

Til ber at tekna seg á hesum leinki:

https://sudurskot.com/2023/10/29/tss-open-2023/


​​

Bogaskjótisamband Føroya
Postsomga 254
110 Tórshavn
V-tal: 454869


















Fróði Heri Poulsen, formaður. tlf: +298 225287