Skjótingin úr 18 metrum má býtast í tvey
- 26.okt.2024
- Lagt út hevur: Nevndin
So nógvir skjúttar hava teknað seg til grand prix-kappingina í Søldarfirði í morgin, at neyðugt er at býta kappingina í tvey – compoundskjótingin verður fyrrapartin og recurve- og berbogaskjótingin seinnapartin
Hetta vikuskiftið verður byrjað uppá vetrarskránna í bogaskjóting við fyrstu innandura skjótikappingini, sum er í skjótihøllini hjá bogaskjótifelagnum Ørvi í Søldarfirði. Í dag hava teir yngstu bogaskjúttarnir kappast úr 12 metrum – meira verður at frætta um ta kappingina seinni – og í morgin verður so fyrsta innandura grand prix-kappingin í 18 metra frástøðu.
Vanliga skjóta teir ymsu bogaflokkarnir bæði innleiðandi kappingina og finalurnar í senn, men áhugin hjá teimum vaksnu fyri hesi fyrstu kappingini í vetrarhálvuni hevur verið so stórur, at tað verður neyðugt at býta kappingina í morgin í tvey.
Tilsamans 16 skjúttar eru teknaðir til kappingarnar úr 18 metrum í morgin, enntá í trimum bogaflokkum – recurve, compound og berboga (barebow). Gjarna hevur tað bara verið til grand prix-kappingarnar í Suðuroy, at berbogaskjúttar hava tekna seg til kapping á 18 metrum, men tveir kvinnuligir berbogaskjúttar hava teknað seg til kappingina í Søldarfirði.
Tað er alt samalt sera gott, men avbjóðingin er, at so nógvir skjúttar rúmast ikki á strikuni í senn. Tí hava fyrireikararnir í Ørvi gjørt av at hava compoundkappingina fyrrapartin og kappingarnar í recurve og við berboga seinnapartin.
Skráin fyri grand prix-kappingina í morgin sær tískil soleiðis út:
Upphitingin hjá compound-skjúttunum byrjar klokkan 9.30 og kappingin klokkan 10.
Upphitingin hjá recurve og berbogaskjúttunum byrjar klokkan 13.30 og kappingin klokkan 14.