Sjey ungir skjúttar settu hol á vetrarkappingina
- 30.okt.2023
- Lagt út hevur: Nevndin
Fyrsta innandurakappingin hjá bogaskjúttunum hesa vetrarhálvuna er í Havn hetta vikuskiftið. Tambar eru vertir, og skotið verður í hølunum á Tórshavnar Skipasmiðju. Í gjár varð skotið úr 12 metra frástøðu
Tað var spenningur um úrslitið hjá dreingjunum við compound-boga, tá teir yngru skjúttarnir kappaðust úr 12 metra frástøðu í gjár, tí har kappaðust tríggir skjúttar. Hini fýra, sum skutu við barebow og recurve-boga, fingu onga mótstøðu, men gjørdu kortini sítt allarbesta, so gullheiðursmerkini vóru fult uppiborin.
Úrslitini vóru hesi:
Dreingir compound
Dávid Højgaard (Ørvur) – 267+264 = 531
Jónas Poulsen (Ørvur) – 259+252 = 511
Christian Højgaard (Ørvur) – 254+253 = 507
Hálvfinala:
Jónas Poulsen – Christian Højgaard: 128-127
Finala:
Dávid Højgaard – Jónas Poulsen: 141-130
Endaliga úrslitið var sostatt gull til Dávid Højgaard, silvur til Jónas Poulsen og bronsu til Christian Højgaard.
Compoundskjúttarnir, úr vinstru er tað Jónas Poulsen, silvur, Dávid Højgaard, gull, og Christian Højgaard, bronsu. Allir eru úr Ørvi
Gentur barebow
Eva Kjærbo (Team Suðurskot) – 169+87 = 256, gullheiðursmerki.
Dreingir barebow
Charlie av Teigum (Tambar) – 147+127 = 274, gullheiðursmerki.
Eva Kjærbo, Team Suðurskot, og Charlie av Teigum, Tambar, vunnu gull í barebow
Gentur recurve
Lea Karina Heradóttir Haraldsen (Vágaskot) – 220+238 = 458, gullheiðursmerki.
Dreingir recurve
Brandur Tummasson Hansen (Tambar) – 147+152 = 299, gullheiðursmerki.
Lea Karina Heradóttir Haraldsen, Vágaskot, og Brandur Tummasson Hansen, Tambar, vunnu gull í recurve