Orknoyggjar bjóða til kapping í august

Nevndin 

Sum ein fyrireiking til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum næsta ár verður skipað fyri norðuratlantiskari bogaskjótikapping 17. – 18. august nú í summar. Áhugaðir bogaskjúttar úr Føroyum, Hetlandi, Hebridunum og møguligum øðrum oyggjasamfeløgum verða bodnir við

Undir Oyggjaleikunum á Guernsey seinasta summar prátaðu bogaskjúttar og fyrireikarar úr Orknoyggjum og Føroyum saman um, at tað hevði verið stuttligt at fingið lív í aftur norðuratlantisku bogaskjótikappinginar, ið plagdu at vera millum Orknoyggjar, Hetland og Føroyar og kanska eisini fáa bogaskjúttar úr øðrum oyggjasamfeløgum við.

Í Orknoyggjum hava tey ikki ligið á boðunum. Orknoyggjar eru vertir fyri Oyggjaleikunum í 2025, og sum fyrireiking til teir er nevniliga gjørt av at skipa fyri norðuratlantiskari bogaskjótikapping í Orknoyggjum í summar. Umframt bogaskjúttarnar úr Orknoyggjum vóna fyrireikararnir, at bogaskjúttar úr Føroyum, Hetlandi, Hebridunum og møguliga øðrum oyggjasamfeløgum við fara at sýna áhuga fyri kappingini og tekna seg.

Kappast verður í recurve og compound, og føroyskir bogaskjúttar, sum hava hug at vera við í kappingini, skulu boða Bogaskjótisambandi Føroya frá í seinasta lagi 20. apríl.

Boðast kann frá í telduposti til bskf@bskf.fo ella við at ringja á telefon 225077.

dagføring 08.04.2024 kl 20.10: Bara so ongin misskiljing verður - BSKF skal bara hava fráboðanina, so at vit kunnu boða fyrireikarunum frá, hvussu nógvar føroyskar skjúttar, tey kunnu vænta. Restina mugu fólk sjálv klára - tó kann BSKF sjálvandi hjálpa við tilmelding og við at samskipa ferðaløg.

Eftir ætlan verður kappingin skipað við ein fullum FITA-umfari leygardagin 17. august, meðan tað ikki enn er endaliga avgjørt, hvussu kappast verur sunnudagin 18. august – sannlíkt verður eitt 720-umfar og einstaklinga- og liðkappingar alt eftir, hvussu nógv tekna seg.

--

Dagføring 08.04.2024 kl 17.55:

Kappingin er bert fyri "vaksin", og tað vil í hesum føri siga fyri øll, sum megna at skjóta úr longstu frástøðu í einum fullum FITA-umfari - hjá monnum er longsta frástøðan 90 metrar og hjá kvinnum 70 metrar.

Fyrireikararnir siga, at tey ikki fáa ásett neyva luttøkukostnaðin, fyrr enn tey so nøkulunda vita, hvussu nógvir luttakarar verða, men at tað neyvan verður meira enn 30 pund - umleið 260 krónur - fyri hvønn.

Skjótibreytin verður við Pickaquoy Sports Centre í Kirkwall - har verða bogaskjótikappingarnar á Oyggjaleikunum næsta ár eisini.

--

Greinin verður dagførd so hvørt við meira kunning um kappingina.

​​

Bogaskjótisamband Føroya
Postsomga 254
110 Tórshavn
V-tal: 454869


















Fróði Heri Poulsen, formaður. tlf: +298 225287