NUM 2024 í Odense: Føroyar kappast í trimum bogaflokkum

  • 03.jul.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Tilsamans seks ungir bogaskjúttar – tríggir recurveskjúttar, tveir compoundskjúttar og ein barebowskjútti – umboða Føroyar í kappingini um norðurlendska ungdómsmeistaraskapin, NUM, sum verður í Odense um vikuskiftið

Føroyska umboðanin í kappingini um norðurlendska ungdómsmeistaraskapin í bogaskjóting, NUM, má sigast at fevna breitt í ár. Teir seks ungu bogaskjúttarnir úr Føroyum, sum fóru av landinum við flogfari seinnapartin, koma nevniliga úr trimum bogaskjótifeløgum, kappast í trimum ymiskum bogaflokkum og eisini trimum aldursbólkum.

Úr Vágaskoti í Vágum luttaka tríggir recurveskjúttar: 16 ára gamla Marianna Reynskor og 15 ára gamli Hannis á Plógv kappast í serliga NUM-flokkinum U21 Open, og 14 ára gamla Lea Karina Haraldsen kappast í U16.

Úr Ørvi í Eysturoynni luttaka tveir compoundskjúttar: 16 ára gamli Dávid Højgaard kappast í U18 og 14 ára gamli Narvi Jensen kappast í U16.

Og úr Team SuðurSkot (TSS) í Suðuroy skjýtur 14 ára gamla Lilja Strøm Winther við berboga – ella barebow, sum bogin kallast á enskum. Hon kappast í aldursbólkinum U16.

Teir báðir Jógvan Niclasen úr Tambar og Eggaba Andreasen úr Vágaskoti eru við sum venjarar, og Elisabeth Haraldsen, foreldur úr Vágaskoti, er við sum liðleiðari. Umframt tey eru eisini onnur foreldur við ferðalagnum.

Partur av ferðalagnum áðrenn fráferðina úr Vágum í dag. Úr vinstru eru tað Eggaba Andreasen, venjari, Hannis á Plógv, recurveskjútti, Marianna Reynskor, recurveskjútti, Iris Strøm Winther, foreldur, Lilja Strøm Winther, berbogaskjútti, Lea Karina Haraldsen, recurveskjútti, Dáviud Højgaard, compoundskjútti, Jógvan Niclasen, venjari, og Elisabeth Haraldsen, liðleiðari og foreldur. Narvi Jensen fór til Danmarkar saman við familjuni fyri nøkrum døgum síðan og var tí ikki við í ferðalagnum í dag

Skipaðar venjingar hava verið undan kappingini, og tað hevur eisini verið skipað fyri felagsvenjing á skjótibreytini í Hoydølum.

NUM er í Odense í Danmark í ár. Í morgin er almenn venjing, tekniskt eftirlit av útgerðini og liðleiðarafundur á skránni, áðrenn setanina av NUM 2024 klokkan 17 danska tíð. Tá marsjera bogaskjúttarnir úr teimum einstøku Norðurlondunum inn á kappingarøkið tjóð fyri tjóð og við tjóðarfløggunum á odda.

Sjálv kappingin byrjar fríggjardagin og heldur fram alt vikuskiftið.

Felagsvenjing í Hoydølum seinasta leygardag. Úrvalsskjúttin Jóannes Poulsen, uttast vinstrumegin, venur ungu compoundskjúttarnar í Ørvi og hevur tikið nøkur eyka tøk upp undir NUM. Síðan er tað Narvi Jensen, compoundskjútti, Jógvan Niclasen, NUM-venjari, Dávid Højgaard, compoundskjútti, Lilja Strøm Winther, barebowskjútti, sum var komin allan vegin úr Vági at vera við í felagsvenjingini, og mamman Iris Strøm Winther


Aftur