Henda myndin og ávísingarmyndin á forsíðuni eru frá kappingini í Søldarfirði 8. og 9. februar í ár

Næsta kappingin verður í Sødarfirði

  • 07.nov.2025
  • Lagt út hevur: Nevndin 

15. og 16. november er Ørvur vertur fyri innandura bogaskjótikapping. Freistin at tekna seg er týskvøldið 11. november

Næsta innandurakappingin í vetrarskránni verður í Søldarfirði næsta vikuskifti. Leygardagin 15. november kappast U12 (8 metur frástøða) og U16 (12 metur frástøða), og sunnudagin 16. november kappast U18 og tey vaksnu – seniorarnir – í 18 metur frástøðu.

Báðar dagarnar byrjar kappingin klokkan 14 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn.
Fyrivarni verður tikið fyri, at broytingar kunnu henda í tíðarsetingunum.

Seinasta freist at tekna seg er týskvøldið 11. november á midnátt, og leinki at tekna seg er HER.

Aftur