
Klárt at tekna seg til FM uttandura - GG! DAGFØRD
- 13.aug.2025
- Lagt út hevur: Nevndin
FM í uttandura bogaskjóting verður á skjótibreytini í Hoydølum leygardagin 23. ella sunnudagin 24. august, og freistin at tekna seg er á midnátt 19. august. DAGFØRING: Kappast verður í recurve, compound og berboga
Nú er klárt at tekna seg til FM 2025 í uttandura bogaskjóting, sum verður á fløtuni í Hoydølum leygardagin 23. ella sunnudagin 24. august - alt eftir, hvussu tað viðrar, og endalig støða um tað verður tikin hóskvøldið 21. august.
Kappast verður í recurve, compound og berboga (barebow), og kappingin verður skipað sum 720-umfar, har skotið verður tvær ferðir 36 pílar. Frástøðan er 70 metur hjá recurve-skjúttunum og 50 metur hjá compound- og berbogaskjúttunum.
FM-kappingin er fyri vaksnar skjúttar – ella í hvussu er skjúttar, sum orka at skjóta 72 pílar í nevndu frástøðum.
Freistin at tekna seg er týskvøldið 19. august á midnátt, og leinki til tekningarlistan er HER