
Klárt at melda til FM á 15 og 18 metrum
- 09.mar.2024
- Lagt út hevur: Nevndin
Kappingin verður í Søldarfirði, og tey yngstu kappast fyrst á 15 metrum og síðan tey vaksnu á 18 metrum
(Myndin er frá FM á 12 metrum í Miðvági 2. mars)
Leygardagin 16 mars verður kappast um innandura FM á bæði 15 metrum og 18 metrum í Søldarfirði - í kjallarahæddini hjá Navigare, har bogaskjótifelagið Ørvur heldur til.
Kappingin hjá børnunum á 15 metrum verður avgreidd fyrst, og síðan tann á 18 metrum. Seinasta freist at tekna seg er mikukvøldið 13. mars á midnátt.
Leinki at tekna seg er HER.
Skráin fyri FM-kappingarnar:
FM í 15 metra frástøðu
Kl 9.30: Upphiting. Kl 10: Kappingin byrjar. Uml. kl 12.30: Finaluskjóting.
FM í 18 metra frástøðu
Kl 13.30: Upphiting. Kl 14: kappingin byrjar. Uml. kl 17 – 18: Finaluskjóting.
Fyrireikararnir taka tó fyrivarni fyri, at smærri broytingar kunnu henda.
Umframt FM-heiðursmerkini verða Grand Prix-heiðursmerkini eisini handað í sambandi við FM 16. mars.