Kapping í Søldarfirði næsta vikuskifti

  • 02.feb.2025
  • Lagt út hevur: Nevndin 
18 metrar, 12 metrar

8. og 9. februar er skjótihøllin hjá Ørvi í Søldarfirði karmur um innandurakappingina. Seinasta freist at tekna seg er týskvøldið 4. februar klokkan 22.

Ørvur er vertur fyri innandurakapping í Søldarfirði næsta vikuskifti. Leygardagin 8. februar kappast barna- og ungdómsskjúttarnir í aldursbólkunum U12 (8 metur frástøða), U16 (12 metur frástøða) og U18 (18 metur frástøða), og sunnudagin 9. februar er Grand Prix-kapping hjá teimum vaksnu á 18 metrum.

Leinki at tekna seg til kappingina er HER

Báðar dagarnar byrjar kappingin klokkan 14 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn. 
Fyrivarni verður tó tikið fyri, at broytingar kunnu henda í tíðarsetingunum, alt eftir hvussu nógv tekna seg.

GG! Seinasta freist at tekna seg er týskvøldið 4. februar klokkan 22.

Aftur