Kapping í Miðvági: 13 ár og gullvinnari á 18 metrum

Nevndin 

Lea Karina Haraldsen úr Sandavági er bara 13 ára gomul, men byrjaði at kappast við teimum vaksnu recurve-kvinnunum síðst í november. Sunnudagin vann hon gull-heiðursmerki. Bogaskjótikappingin í Miðvági seinasta vikuskifti beyð annars upp á spenning og undirhald bæði á 12 metrum leygardagin og á 18 metrum sunnudagin

13 ára gamla Lea Karina Haraldsen úr Vágaskoti skjeyt sína fyrstu kapping við recurveboganum á 18 metrum í Søldarfirði 26. november. Tá bleiv hon nummar trý av trimum, men var kortini væl við í kappingini. Aðru ferð, hon kappaðist við teimum vaksnu, var í Havn 10. desember, tá hon vann silvur, og um vikuskiftið gjørdi hon ikki mætari enn at strúka avstað við gullinum.

Lea Karina vann eisini innleiðandi kappingina framman fyri ávikavist Tóru Dinnu Reynskor, Vágaskot, Pernille Krogh, Vágaskot, og Ásu Helenu B. Rasmussen, Tambar.

Lea Karina vann síðan 7 – 3 í hálvfinaluni ímóti Ásu Helenu. Størri spenningur var í hinari hálvfinaluni, har Pernille vann tvey tey fyrstu settini og Tóra Dinna tvey tey næstu, so tað stóð á jøvnum 4 – 4, áðrenn Pernille skjeyt seg til sigur við at vinna fimta settið tepurt.

Eins spennandi gjørdust bæði gullfinalan og bronsufinalan.

Í gullfinaluni fór Lea Karina avstað við tveimum teimum fyrstu settunum, men Pernille vann seg av álvara inn aftur í dystin og vann tvey tey næstu settini til støðuna 4 – 4. Tá setti Lea Karina punktum við at vinna fimta settið, so endaliga finaluúrslitið bleiv 6 – 4.

Í bronsufinaluni ímillum Tóru Dinnu og Ásu stóð eisini á jøvnum 4 – 4 áðrenn Tóra Dinna vann fimta settið og harvið bronsuna.

Recurve kvinnur. Úr vinstru er tað Pernille Krogh (Vágaskot), silvur, Lea Karina Haraldsen (Vágaskot), gull, og Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), bronsu

Hans Petur vann aftur í recurve

Í recurvekappingini hjá monnunum vóru Hans Petur Højgaard og Per Símunarson, báðir úr Ørvi, einsamallir.

Hans Petur vann greitt innleiðandi umførini, men hóast hann vann finaluna  6 – 2, so var hon meira spennandi, enn siffrini við fyrsta eygnabrá bera boð um, tí tvey av settunum endaðu javnt.

Hans Petur hevur vunnið allar recurvekappingarnar hjá monnunum higartil í vetur.

Recurve menn. Per Símunarson (Ørvur), vinstrumegin, vann silvur, og Hans Petur Højgaard (Ørvur), vann sítt fimta gullheiðursmerki í vetur

Altíð spennandi hjá compound-kvinnunum

Hóast Helena við Misá, Ørvur, og Rakul Dam, Tambar, hava verið einsamallar í øllum compoundkappingunum hjá kvinnunum í vetur, so hava kappingarnar ikki verið minni spennandi fyri tað. Tað hevur gingið javnt á, og tað gjørdi tað eisini í Miðvági. Helena vann innleiðandi umførini, men í einari spennandi finalu kom Rakul afturíaftur, og endaði við at vinna tepurt 127 – 126.

Compound kvinnur. Helena við Misá (Ørvur), vinstrumegin, vann silvur hesa ferð, og Rakul Dam vann gull

Jóannes vann aftur í compound

Fýra mans kappaðust í compound í Miðvági, og aftur hesa ferð var Jóannes Poulsen úr Ørvi tryggur gullvinnari. Hann hevur nú vunnið fimm av fimm møguligum compoundkappingum hjá monnunum í vetur.

Jóannes vann eisini innleiðandi kappingina, og honum í hølunum var Nikkel Petersen úr Ørvi. Sámuel Petersen, Ørvur, og Jógvan Niclasen, Tambar, gjørdust ávikavist nummar trý og fýra í innleiðandi kappingini.

Nikkel hevur stríðst við ein skaða í økslini seinastu tíðina, og tað hevur darvað venjingini. Kanska var tað hetta, ið sást aftur í restini av kappingini í Miðvági, tí hann tapti bæði hálvfinaluna og bronsufinaluna.

Hann tapti sína hálvfinalu ímóti Sámuel, sum tekur seg nógv fram fyri tíðina og hevur gjørt tað leingi. Í finaluni bleiv hann tó ov stuttur ímóti Jóannesi, sum vann 148 – 145.

Jógvan Niclasen, Tambar, tapti sína hálvfinalu 139 – 145 til gullvinnaran, men hann megnaði kortini at vinna bronsufinaluna ímóti Nikkel 143 – 140.

Compound menn. Úr vinstru er tað Sámuel Petersen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Jógvan Niclasen (Tambar), bronsu

Kappingin á 12 metrum leygardagin

Undirtøkan hjá gentunum hevur verið minkandi, sum veturin er liðin, og til kappingina á 12 metrum í Miðvági leygardagin høvdu bara tvær teknað seg, Marta Poulsen úr Ørvi og Natalia Mary á Høgabóli úr Vágaskoti.

Bogaflokkar fóru saman

Marta hevði teknað seg at skjóta recurve og Natalia Mary barboga, men heldur enn at skjóta einsamallar í hvør sínum bogaflokki, endaði tað vit, at báðar skutu við barboga.

Her gjørdi Marta við sínum drúgvaru royndum bart bæði í innleiðandi umførunum og í finaluskjótingini, sum hon vann 6 – 0.

Barbogi gentur. Natalia Mary á Høgabóli (Vágaskot), vinstrumegin, vann silvur, og Marta Poulsen (Ørvur), vann gull

Aftur gull til Brand

Tríggir skjúttar vóru við í recurve-kappingini hjá dreingjum, Brandur Tummasson Hansen, Tambar, Jón Sjúrður Jóhansson, Vágaskot, og Jaspur Ørvarodd Hentze, Vágaskot. Aftur hesa ferð vann Brandur gull, og hevur hann tískil vunnið allar fimm kappingarnar higatil hjá dreingjum recurve. Seks innandura kappingar hava verið, men í kappingini TSS Open í Vági í november høvdu bara barboga-skjúttar teknað seg hjá bæði børnum og vaksnum.

Brandur vann eisini innleiðandi kappingina framman fyri ávikavist Jaspur og Jón Sjúrð. Jaspur vann hálvfinaluna ímóti Jón Sjúrði 6 – 4, so har var spenningur í. Síðan vann Brandur gullfinaluna ímóti Jaspuri 7 – 1.

Recurve dreingir. Úr vinstru er tað Jaspur Ørvarodd Hentze (Vágaskot), silvur, Brandur Tummasson Hansen (Tambar), gull, og Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), bronsu

Mannfall í compound

Fýra høvdu teknað seg til compoundkappingina hjá dreingjunum, men tá avtornaði máttu tveir teirra geva avboð vegna krím, so at kappingin koma at standa ímillum teir báðar Jónas Poulsen og Narva Jensen, báðir úr Ørvi. Tað bleiv ein sera tættur dystur, bæði í innleiðandi umførunum og í finaluni. Jónas var samanlagt eitt stig framman fyri Narva í innleiðandi kappingini, men í finaluni var øvugt, tí hana vann Narvi 132 – 131.

Compound dreingir. Jónas Poulsen, vinstrumegin, vann silvur og Narvi Jensen gull. Báðir eru teir úr Ørvi

​​

Bogaskjótisamband Føroya
Postsomga 254
110 Tórshavn
V-tal: 454869


















Fróði Heri Poulsen, formaður. tlf: +298 225287