Myndirnar eru frá kapping í Havn seinasta vetur
Kapping í Havn næsta vikuskifti
- 14.nov.2025
- Lagt út hevur: Nevndin
Tambar eru vertir fyri innandurakapping í Havn 22. - 23. november. Freistin at tekna seg er týskvøldið
Leygardagin 22. november kappast U12 (8 metur frástøða) og U16 (12 metur frástøða), og sunnudagin 23. november kappast U18 og tey vaksnu – seniorarnir í 18 metur frástøðu.
Báðar dagarnar byrjar kappingin klokkan 14 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn.
Fyrivarni verður tikið fyri, at broytingar kunnu henda í skránni fyri kappingina. GG! Seinasta freist at tekna seg er týskvøldið 18. november á midnátt, og nú verður strammað upp, so tað ikki longur verður víkt frá tíðarfreistini.
Leinki at tekna seg til kappingina er HER