
Heiðursmerki til øll í Miðvági
- 11.nov.2023
- Lagt út hevur: Nevndin
Í dag kappaðust teir ungu bogaskjúttarnir úr 12 metrum í høllini hjá Vágaskoti í Miðvági
Lea Karina Haraldsen, Vágaskot, hevur higartil í innandura kappingini í bogaskjóting hesa vetrarhálvuna bara havt seg sjálva at kappast ímóti í sínum bólki, gentur recurve. Og framstigini hjá henni kundu eisini mátast í bogaskjótihøllini í Miðvági í dag, tá tað varð kappast úr 12 metur frástøðu.
Lea Karina fekk 475 stig í teimum báðum umførunum, hon skjeyt í dag, ímóti 458 stigum í fyrstu kappingini, sum var í Havn fyri tveimum vikum síðan.
Lea Karina Haraldsen, Vágaskot, vann gull í recurve
Recurve-dreingirnir vóru tveir hesa ferð, Brandur Tummasson Hansen, Tambar, og Jaspur Ørvarodd Hentze, Vágaskot.
Brandur vann innleiðandi kappingina sannførandi, men Jaspur tók av sonnum betri partar fyri í finaluni, sum tí bleiv sera spennandi. Brandur var tó tann stinnari á degnum, tá avtornaði, og vann finaluna 6 – 4.
Dreingir recurve: Úr vinstru er tað Jaspur Ørvarodd Hentze (Vágaskot), silvur, og Brandur Tummasson Hansen (Tambar), gull
Eisini í barebow var spenningur – ella í hvussu er eitt annað endaúrslit, enn innleiðandi kappingin bar boð um.
Tríggjar gentur høvdu teknað seg til barebow-kappingina og ongin drongur. Tann eina gentan møtti tó ikki upp, so kappingin stóð ímillum Nataliu Mary á Høgabóli og Sólvá Reynskor, sum báðar eru úr Vágaskoti.
Í innleiðandi kappingini vann Natalia á Sólvá, men síðan gjørdi Sólvá bart og vann finaluna 6 – 0.
Barebow gentur: Úr vinstru er tað Natalia Mary á Høgabóli, silvur, og Sólvá Reynskor, gull. Tær eru báðar úr Vágaskoti
Úrslitini í dag:
Recurve gentur
Lea Karina Haraldsen, Vágaskot, 236+239 = 475
Recurve dreingir
Innleiðandi:
Brandur Tummasson Hansen, Tambar, 133+136 = 269
Jaspur Ørvarodd Hentze, Vágaskot, 119+109 = 228
Finala, Brandur – Jaspur, 6 – 4.
Barebow gentur
Innleiðandi:
Natalia Mary á Høgabóli, Vágaskot, 72+100 = 172.
Sólvá Reynskor, Vágaskot, 81+80 = 161.
Finala:
Sólvá – Natalia, 6 – 0.