Háspenningur í bogaskjótikapping í Havn

Nevndin 

Í øllum fýra kappingunum var spenningur, og finalan hjá compound-kvinnunum mátti avgerast við shoot-off, tá bogaskjúttar í dag kappaðust í 18 metra frástøðu í Havn

Fyrsta innandurakappingin í bogaskjóting hesa vetrarhálvuna hevur verið í Havn hetta vikuskiftið, og kappingin í 18 metra frástøðu í dag boðar frá góðum fyri restina av vetrinum.

Tað var nevniliga spenningur yvir alt feltið.

Bara Helena við Misá, Ørvur, og Rakul Dam, Tambar, høvdu teknað seg til compound-kappingina fyri kvinnur, men tað gjørdi ikki kappingina minni spennandi. Dystirnir teirra millum er altíð tættir, og í dag bar av, tá tað stóð á jøvnum í sjálvari finaluni.

Hon mátti tískil avgerast við shoot-off, og har var Rakul tann neyvara og fór avstað við gullinum. Í shoot-off, har tær skutu ein píl í part, rakti Rakul 9-ringin og Helena 7-ringin. 

Compound-kappingin hjá monnum bleiv eisini sera spennandi. Jóannes Poulsen, Ørvur, var rættiliga greiður vinnari í innleiðandi kappingini, men kortini bleiv hann bastur í finaluni av liðfelaganum Nikkel Petersen, sum hevði vunnið hálvfinaluna ímóti Jógvani Niclasen,Tambar.

Hjá recurve-kvinnunum var tann stóri spenningurin í hálvfinaluni, har Ása Helena B. Rasmussen og Halldóra av Teigum, báðar Tambar, skuldi kappast um at sleppa í finaluna ímóti Tóru Dinnu Reynskor, Vágaskot, sum vann innleiðandi kappingina.

Í hálvfinaluni byrjaði Ása best og vann seg upp á 4-0, áðrenn Halldóra kom inn í dystin. Men afturfyri vann Halldóra seg upp á 4-4, áðrenn Ása var neyvast við teimum trimum seinastu pílunum, so hon vann 6-4.

Í finaluni mátti hon tó lúta fyri Tóru Dinnu, sum vann 6-2.

Hjá mannligu recurve-skjúttunum stóð spenningurin ímillum Hans Petur Højgaard, Ørvur, og Michale Feldballe, Tambar. Teir vóru javnir við 255 stigum í fyrsta umfari í innleiðandi kappingini, men í øðrum umfari fekk Hans Petur 533 stig og Michael 527, so Hans Petur vann samanlagt.

Michael vann síðan ein greiðan sigur á Tummasi Hansen í hálvfinaluni, og síða gav hann eisini Hans Peturi ein skarpan gang í finaluni. Michael var framman fyri 4-2, áðrenn Hans Petur gjørdi bart við fyrst at javna til 4-4 og síðan vinna við trimum teimum seinastu pílunum, so endaliga úrslitið bleiv 4-6 í hansara favør.

Úrslitini í dagsins kapping:

Recurve kvinnur

Innleiðandi:

Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 219+221 = 440

Ása Helena B. Rasmussen (Tambar), 176+133 = 309

Halldóra av Teigum (Tambar), 110+94 = 204

Hálvfinala:

Ása Helena B. Rasmussen – Halldóra av Teigum, 6-4.

Finala:

Tóra Dinna Reynskor – Ása Helena B. Rasmussen, 6-2.

Kvinnur recurve. Úr vinstru er tað Ása Helena B. Rasmussen (Tambar), silvur, Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), gull, og Halldóra av Teigum (Tambar), bronsu

Recurve menn

Innleiðandi:

Hans Petur Højgaard (Ørvur), 255+278 = 533

Michael Feldballe (Tambar), 255+272 = 527

Tummas Hansen (Tambar), 232+214 = 446

Hálvfinala:

Michael Feldballe – Tummas Hansen, 6-0.

Finala: Michael Feldballe – Hans Petur Højgaard, 4-6.

Menn recurve. Úr vinstru er tað Michael Feldballe (Tambar), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Tummas Hansen (Tambar), bronsu

Compound kvinnur

Innleiðandi:

Helena við Misá (Ørvur, 252+250 = 502

Rakul Dam (Tambar), 244+256 = 500

Finala:

Helena við Misá – Rakul Dam, 123-123, shoot-out, 7-9.

Kvinnur compound. Vinstrumegin er tað Helena við Misá (Ørvur), silvur, og Rakul Dam (Tambar), gull

Compound menn

Innleiðandi:

Jóannes Poulsen (Ørvur), 293+296 = 589

Nikkel Petersen (Ørvur), 289+286 = 575

Jógvan Niclasen (Tambar), 274+283 = 557

Hálvfinala:

Nikkel Petersen – Jógvan Niclasen, 144-140.

Finala:

Jóannes Poulsen – Nikkel Petersen, 144-146.

Menn compound. Úr vinstru er tað Jóannes Poulsen (Ørvur), silvur, Nikkel Petersen (Ørvur), gull, og Jógvan Niclasen (Tambar), bronsu

​​

Bogaskjótisamband Føroya
Postsomga 254
110 Tórshavn
V-tal: 454869


















Fróði Heri Poulsen, formaður. tlf: +298 225287