Grand Prix-vinnarar í bogaskjóting í vetur

Nevndin 

Hans Petur Højgaard og Helena við Misá vunnu Grand Prix-kappingina hjá ávikavist recurve-monnum og compound-kvinnum fyri triðu ferð á rað og vunnu tískil steypini til ognar. Bara hjá recurve-kvinnunum var spenningur um heiðursmerkjaraðfylgjuna

FM innandura er eisini tann tíggjunda og seinasta vetrarkappingin, sum telur við í Grand Prix-kappingini.

Bara hjá recurve-kvinnunum kundi FM á Eiði leygardagin broyta nakað í Grand Prix-kappingini. Lea Karina Haraldsen og Pernille Krogh, báðar úr Vágaskoti, lógu javnar á øðrumplássi áðrenn FM-kappingina. Her bleiv Lea Karina nummar trý í innleiðandi kappingini við 477 stigum, og Pernille bleiv nummar seks við 387 stigum. Tað gav Leu Karinu fýra Grand Prix-stig, sum tryggjaði henni silvur í Grand Prix-kappingini. Pernille fekk eitt Grand Prix-stig, men tað var nóg mikið til at tryggja henni bronsuna.

Grand Prix 2024, kvinnur recurve. Lea Karina Haraldsen (Vágaskot), silvur, 31 stig, Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), gull, 53 stig, Pernille Krogh (Vágaskot), bronsu, 28 stig

Hans Petur Højgaard úr Ørvi hevði fult stigatal í Grand Prix-kappingini hjá recurve-monnunum – 70 stig í 10 kappingum. Hetta var triðu ferð á rað, at hann vann Grand Prix-kappingina, og tí vann hann steypið til ognar. Tað var fyritøkan Sandgrevstur & Planering hjá Eggaba Andreasen í Sandavági, sum í síni tíð lat hetta steypið.

Grand Prix 2024, menn recurve. Michael Feldballe (Tambar), silvur, 38 stig, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, 70 stig, Per Símunarson Hansen (Ørvur), bronsu, 26 stig

Hans Petur Højgaard, vinstrumegin, og Eggaba Andreasen. Felagið Sandgrevstur & Planering hjá Eggaba lat í síni tíð Grand Prix-steypið, sum Hans Petur nú hevur vunnið til ognar. Eggaba hevur eisini sjálvur vunnið tað onkran vetur

Tær báðar Rakul Dam, Tambar, og Helena við Misá, Ørvur, hava bara havt hvøjra aðra at kappast ímóti við compoundboganum í vetur. Rakul hevur vunnið seks av teimum 10 Grand Prix-kappingunum og Helena fýra.

Helena hevur hinvegin verið so stinn í innleiðandi kappingunum, har hon hevur vunnið tær átta, at hon bleiv greiður Grand Prix-vinnari. Hetta var eisini triðu ferð á rað hjá henni, at hon vinnur steypið, og hevur hon tí nú vunnið tað til ognar.

Helena er burturstødd og var tískil ikki við í FM-kappingini leygardagin.

Grand Prix 2024, kvinnur compound. Helena við Misá (Ørvur), er burturstødd, men hon hevði frammanundan tryggjað sær 61 Grand Prix-stig og við tí gullið og ferðasteypið triðu ferð á rað, so nú eigur hon tað

Grand Prix 2024, kvinnur compound. Rakul Dam (Tambar), vann silvur í Grand Prix-kappingini við 49 stigum

Hjá compound-monnunum hevði ongin verið við í øllum kappingunum innandura í vetur, men Jóannes Poulsen úr Ørvi hevði vunnið innleiðandi kappingarnar í øllum sínum kappingum og var greiður Grand Prix-vinnari. Nummar tvey var Nikkel Petersen úr Ørvi og nummar trý Jógvan Niclasen, Tambar.

Grand Prix 2024, menn compound). Nikkel Petersen (Ørvur), silvur, 30 stig, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, 56 stig, Jógvan Niclasen (Tambar), bronsu, 26 stig

Grand Prix umfatar – enn í hvussu er – bara bogaflokkarnar recurve og compound í innandurakappingini í 18 metra frástøðu.

Í Grand Prix er tað bara tann innleiðandi kappingin, sum telur, og seks tey fremstu fáa stig – 7 Grand Prix-stig til nummar eitt í innleiðandi kappingini, og síðan 5, 4, 3, 2 og 1 stig til plássini aftaná.

Í Grand Prix verður kappast um ferðasteyp, sum gullvinnarin fær, og eisini eru heiðursmerki til nummar eitt, tvey og trý. Um sami skjútti vinnur ferðasteypið tríggjar ferðir á rað ella fimm ferðir tilsamans, fær hann steypið til ognar.

​​

Bogaskjótisamband Føroya
Postsomga 254
110 Tórshavn
V-tal: 454869


















Fróði Heri Poulsen, formaður. tlf: +298 225287