Góð kappingarbyrjan í Miðvági
- 03.nov.2025
- Lagt út hevur: Robert Thomsen
Seniorar og U18 byrjaðu vetrarkappingina á høgum støði í Miðvági við fleiri persónligum metum
Hjá U18 og compound-kvinnunum høvdu skjúttarnir bara seg sjálvar at kappast ímóti, men í hinum bólkunum var luttøkan góð, tá seniorskjúttarnir og U18 sunnudagin skutu sína fyrstu innandurakapping í vetur. Vágaskot var vertur fyri kappingini, sum varð skotin í høllini hjá felagnum í Miðvági.
Hóast summarsteðgurin hevur verið langur hjá nógvum, má sigast, at støðið var høgt í hesi fyrstu kappingini, og fleiri skjúttar settu persónlig met í innleiðandi umfarinum.
13 ár og senior-bronsu
Brandur T. Hansen úr Tambum, og Jónas B. Poulsen úr Ørvi vóru einsamallir í ávikavist U18 recurve og U18 compound hjá dreingjum, og vóru tískil tryggjaðir gullheiðursmerkini í U18, men teir vóru eisini við í seniorkappingini, har teir góvu teimum eldru skjúttunum skarpan gang.
U18 dreingir recurve. Brandur T. Hansen (Tambar), gull
Nýbyrjaða innandurakappingin er tann fyrsta, har bara 13 ára gamli Brandur skjýtur úr 18 metrum, men hann kláraði seg væl longu í innleiðandi kappingini, sum var felags fyri U18 og seniorar, og í sjálvari kappingini hjá seniorunum megnaði hann enntá at vinna bronsuheiðursmerki. Í bronsufinaluni vann hann á Paula Mortensen, Tambar, sum stutt síðan er byrjaður at skjóta við boga og píli, og sum við tí í huga eisini kláraði seg stak væl. Pauli fekk 480 stig í innleiðandi kappingini – framman fyri Brand, sum fekk 465 stig.
Persónlig met
Finalan hjá recurvemonnunum stóð ímillum Hans Petur Højgaard úr Ørvi og Bárð Magnusson úr Vágaskoti, og hana vann Hans Petur 6 – 4. Bárður var tó fegin um silvurheiðursmerkið og ikki minni um persónliga metið, sum hann setti í innleiðandi kappingini, tá hann fekk 544 stig.

Jónas setti eisini persónligt met í innleiðandi kappingini hjá U18 og teimum vaksnu compound-monnunum við 550 stigum.
So nógvir seniorar kappaðust, at byrjað varð við fjórðingsfinalum eftir innleiðandi kappingina, og her skuldi Jónas skjóta ímóti liðfelaganum Kaj Johannesen. Jónas tapti 140 – 143, men tað má avgjørt sigast at vera eitt heiðurligt tap, tí Kaj endaði við at vinna silvurheiðursmerkið.
Kaj vann hálvfinaluna móti Nikkel Petersen úr Ørvi 144 – 142, áðrenn hann bleiv steðgaður í finaluni av Jóannesi Poulsen, eisini úr Ørvi, sum vann 148 – 143.
Hina hálvfinaluna hevði Jóannes vunnið á Sámuel T. Petersen úr Ørvi, og bronsufinaluna millum Nikkel og Sámuel vann Nikkel síðan 146 – 139.
Compound menn. Kaj Johannesen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, Nikkel Petersen (Ørvur), bronsu
Solveig Hjá recurve-kvinnunum setti Solveig Hansen, Tambar, sítt persónliga met, tá hon fekk 480 stig og annaðplássið í innleiðandi kappingini. Í hálvfinaluni mátti Solveig kortini lúta fyri Amy við Rætt úr Ørvi. Amy vann 7 – 1, men tapti síðan finaluna 2 – 6 ímóti Pernille Krogh úr Vágaskoti.
Hjá compound-kvinnunum vann Rakul Dam, Tambar, gullið uttan mótstøðu.


Úrslit, U18 og seniorar, 18 metur, í Miðvági sunnudagin 2. november
Dreingir compound U18
Innleiðandi og endaligt:
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 275+275 = 550.
Dreingir recurve U18
Innleiðandi og endaligt:
Brandur T. Hansen (Tambar), 244+221 = 465.
Kvinnur compound
Innleiðandi og endaligt:
Rakul Dam (Tambar), 248+238 = 486.
Menn compound
Innleiðandi:
Jóannes Pousen (Ørvur), 293+296 = 589.
Kaj Johannesen (Ørvur), 288+284 = 572.
Nikkel Petersen (Ørvur), 282+286 = 568.
Sámuel T. Petersen (Ørvur), 283+283 = 566.
Jógvan Niclasen (Tambar), 275+280 = 555.
Aleksandur Leitisstein (Ørvur), 273+278 = 551.
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 275+275 = 550.
Steinmund Klakkstein (Tambar), 265+263 = 528.
Fjórðingsfinalur:
Jóannes – Steinmund, 144 – 133.
Sámuel – Jógvan, 143 – 142.
Nikkel – Aleksandur, 143 – 141.
Kaj – Jónas, 143 – 140.
Hálvfinalur:
Jóannes – Sámuel, 147 – 135.
Kaj – Nikkel, 144 – 142.
Bronsufinala:
Nikkel – Sámuel, 146 – 139.
Finala:
Jóannes – Kaj, 148 – 143.
Kvinnur recurve
Innleiðandi:
Pernille Krogh (Vágaskot), 263+259 = 522.
Solveig Hansen (Tambar), 207+206 = 413.
Amy við Rætt (Ørvur), 183+200 = 383.
Hálvfinala:
Amy – Solveig, 7 – 1.
Finala:
Pernille – Amy, 6 – 2.
Menn recurve
Innleiðandi:
Hans Petur Højgaard (Ørvur), 273+274 = 547.
Bárður Magnusson (Vágaskot), 270+274 = 544.
Pauli Mortensen (Tambar), 235+245 = 480.
Brandur T. Hansen (Tambar), 244+221 = 465.
Hálvfinalur:
Hans Petur – Brandur, 6 – 0.
Bárður – Pauli, 6 – 0.
Bronsufinala:
Brandur – Pauli, 6 – 0.
Finala:
Hans Petur – Bárður, 6 – 4.