Føroysk heiðursmerki í Frederiksborg Pokalen
- 02.feb.2025
- Lagt út hevur: Nevndin
Narvi E. B. Jensen vann gull í compound U14 dreingir, og Marta B. Poulsen, sum fyllir 12 í dag, vann bronsu í compound U14 gentur í donsku kappingini Frederiksborg Pokalen, sum hevur verið í dag. Allir teir fýra føroysku skjúttarnir vóru væl nøgdir eftir kappingina
Teir fýra føroysku bogaskjúttarnir, sum í dag kappaðust í donsku kappingini Frederiksborg Pokalen í Hillerød, vóru allir væl nøgdir við síni avrik, og tað kundu teir eisini av røttum vera. Tveir teirra koma nevniliga heim aftur við heiðursmerkjum – Narvi E. B. Jensen vann gull í sínum bólki, compound U14 dreingir, og Marta B. Poulsen vann bronsu í bólkinum compound U14 gentur. Hinir báðir skjúttarnir vóru feðgarnir Jóannes og Jónas B. Poulsen, og teir vóru eisini væl nøgdir, hóast teir ikki vunnu heiðursmerki. Jónas var teknaður til sum U18 (kadettur), men har var luttøkan so lítil, at hann endaði við at kappast saman við seniorunum, har pápin eisini kappaðist.
Upprunaliga vóru átta føroyskir bogaskjúttar teknaðir til Frederiksborg Pokalen í ár, men tá av tornaði var hópurin tódnaður niður í helvt.
Vit hava fingið hesa frágreiðing frá føroyska hópinum í Hillerød:
”So upprann dagurin, 2. februar, sum fýra compound-bogaskjúttar úr Ørvi høvdu glett seg til. Tríggir teir yngstu av teimum skuldu royna hesa kapping fyri fyrstu ferð. Marta var serliga spent, tí dagurin var eisini hennara 12 ára føðingardagur. Hon skuldi kappast á 12 metrum í U14. Tær vóru fýra, sum kappaðust, men ein var eldri, enn rúm er fyri í aldursbólkinum. Marta fekk fjórðaplássið í kappingini, men tað bleiv kortini til bronsu, tí gentan, ið ikki leyk aldurstreytirnar, skuldi ikki teljast við.
Compound U14 gentur, 12 metur. Marta B. Poulsen, uttast høgrumegin, vann bronsu, og tað var vorðið sum føðingardagsgáva - hon fyllir 12 ár í dag. Í miðjuni er tað gullvinnarin Katrine Pløger Nielsen, og vinstrumegin er tað silvurvinnarin Clara Pedersen
Narvi kappaðist á 12 metrum í U14 dreingir, teir skuldu vera fýra, men bert tveir møttu – Narvi og danin Johan Kondrup Olesen. Narvi fylgdist væl við sigursvanda Johan í innleiðandi kappingini, men var so óheppin at raka ein 10’ara á skeivari skivu, so sjógvur bleiv lagdur millum teirra. Narvi kundi tó vera vísur í silvurinum fyri annaðplássið, men hann vildi meira, og í finaluni gjørdi hann ein ordans vørr og smurdi Johan av. Tískil fór Narvi avstað við steypinum.
Narvi E. B. Jensen kemur heim aftur til Føroya við bæði gullsteypi fyri at vinna kappingina í sínum bólki og silvurheiðursmerki fyri at blíva nummar tvey í innleiðandi kappingini. Ungu skjúttarnir, sum skutu á 8 og 12 metrum fingu heiðursmerki fyri bæði bestu innleiðandi úrslitini og finaluúrslitini
Compound U14 dreingir, 12 metur. Vinstrumegin er tað silvurvinnarin í finaluni og gullvinnarin í innleiðandi kappingini, Johan Kondrup Olesen, og Narvi E. B. Jensen, sum vann gull í finaluni og silvur í innleiðandi kappingini
Jónas, sum eigur at kappast í U18, bleiv settur at kappast saman við teimum vaksnu, har teir vóru 22 luttakarar. Jónas lá leingi sum nummar 15, men tá av tornaði endaði hann sum nummar 17. Hann fekk so ein dyst móti skjúttanum, sum var nummar 16. Hesin var nakað stinnari enn Jónas, sum kortini helt eitt gott støði.
Jónas B. Poulsen eigur at skjóta í U18, men skjeyt saman við seniorunum í kappingini um Frederiksborg Pokalen. Við tí í huga gekk tað væl hjá honum
Tað gekk heilt væl hjá Jóannesi Poulsen í innleiðandi kappingini, tá hann bleiv nummar trý
Tríggir væl nøgdir Ørva-skjúttar klárir til kapping: Jónas, Narvi og føðingardagsbarnið Marta
Hjá Jóannesi gekk heilt væl í innleiðandi kappingini, har hann bleiv nummar trý - í hølunum á Mathias Fullerton og Martin Damsbo, ið báðir teljast millum heimsins bestu compoundskjúttar, og sum eisini endaðu sum ávikavist gullvinnari og silvurvinnari. Martin er saman við konuni Eriku føroyskur landsliðsvenjari.
Í 1/16 finaluni lá eisini væl fyri hjá Jóannesi, sum vann tann dystin 149 – 140, men í 1/8 finaluni gekk verri, og bleiv hann tá ov stuttur at sleppa víðari í kappingini. Samanlagt endaði Jóannes á einum sættaplássi.
Samanumtikið kunnu føroyingarnir vera sera væl nøgdir við luttøkuna í Fredriksborg Pokalen.”
Í innleiðandi umfarinum skutu Jóannes Poulsen og føroyski landsliðsvenjarin Erika Damsbo lið um lið