FM og Grand Prix í Miðvági

Nevndin 

Bogaskjótikapping verður í Miðvági í vikuskiftinum. Leygardagin snýr tað seg um FM á 12 metrum, og sunnudagin verður seinasta Grand Prix-kappingin á 18 metrum í vetur. Seinasta freist at tekna seg er hóskvøldið á midnátt (myndin er frá kapping í Miðvági í november)

Vetrarkappingin í innandura bogaskjóting er farin at halla. Teir yngru skjúttarnir høvdu sínar seinastu Grand Prix-kappingar í Vági leygardagin (myndafrásøgn haðani kemur), og nú leygardagin er FM-kappingin á 12 metrum á skránni hjá teimum í Miðvági.

Sunnudagin skjóta teir vaksnu skjúttarnir fyri seinastu ferð í vetur úr 18 metrum í Grand Prix-kappingini.

Freistin at tekna seg til kappingina í Miðvági er hóskvøldið á midnátt, og tilmeldingarleinki er HER.

Gevið gætur, at leikskráin er broytt. Í gomlu leikskránni stóð, at Runavík (Søldarfjørður) átti tørn næsta vikuskifti og síðan Miðvágur. Men tað verður altso øvugt – í Miðvági næsta vikuskifti og í Søldarfirði 16. og 17. mars, tá tað verður kappast um FM á ávikavist 15 og 18 metrum.

Dagførda kappingarskráin er HER.

​​

Bogaskjótisamband Føroya
Postsomga 254
110 Tórshavn
V-tal: 454869


















Fróði Heri Poulsen, formaður. tlf: +298 225287