FM flutt til Eiðis vegna stóra undirtøku

Nevndin 

Átta børn og 22 vaksin hava teknað seg til FM, og skjótihøllin hjá Ørvi í Søldarfirði er ov lítil til, at allir teir vaksnu skjúttarnir kunnu skjóta í senn á 18 metrum. Tí verður kappingin í ítróttarhøllini á Eiði í staðin. Tíðirnar eru óbroyttar
​(Myndin er av heimasíðuni hjá Eiðis Kommunu)

FM í innandura bogaskjóting á 15 og 18 metrum leygardagin verður í ítróttarhøllini á Eiði og ikki í Søldarfirði, sum fyrst ætlað.

Tað er serliga stóri áhugin hjá teimum vaksnu skjúttunum at kappast um FM á 18 metrum, sum er orsøkin. Tilsamans 22 skjúttar hava teknað seg til kappingina á 18 metrum, og høllin í Søldarfirði er einfalt ov lítil til, at teir allir kunnu skjóta í senn.

Eysturoyarfelagið Ørvur fyriskipar FM á 15 og 18 metrum í ár, og tey hava spurt Eiðis kommunu um at sleppa at leiga ítróttarhøllina har at hýsa FM í staðin. Tað var gaman í. Adressan er Kolsvegur 8 á Eiði.

Tíðirnar verða tær somu, sum upprunaliga fráboðað. Kappingin hjá børnunum á 15 metrum verður avgreidd fyrrapartin og tann á 18 metrum seinnapartin. Skráin sær soleiðis út:

FM í 15 metra frástøðu

Kl 9.30: Upphiting. Kl 10: Kappingin byrjar. Uml. kl 12.30: Finaluskjóting.

FM í 18 metra frástøðu

Umleið kl 13.30, ella tá kappingin á 15 metrum er liðug: Upphiting. Kl 14: kappingin byrjar. Uml. kl 17 – 18: Finaluskjóting.

​​

Bogaskjótisamband Føroya
Postsomga 254
110 Tórshavn
V-tal: 454869


















Fróði Heri Poulsen, formaður. tlf: +298 225287