
FM á 15 og 18 metrum sama dag
- 06.mar.2024
- Lagt út hevur: Nevndin
FM á 15 metrum og 18 metrum verður í Søldarfirði 16. mars
Leygardagin 16 mars verður kappast um FM á bæði 15 metrum og 18 metrum í hølunum hjá bogaskjótifelagnum Ørvi. Byrjað verður klokkan 10.
Eftir skránni skuldu tey yngru kappast á 15 metrum leygardag og tey vaksnu á 18 metrum sunnudag, men í samráð við feløg og skjúttar er tað broytt, so øll kappast leygardag í staðin.