EM-hópurin skal mannast

  • 02.dec.2025
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Bogaskjúttar, sum miða eftir at sleppa við til altjóða kappingar næsta ár, kunnu nú sum tað fyrsta stremba eftir at sleppa við í hópin, sum miðskeiðis í februar fer til Bulgaria at kappast um evropameistaraskapin í innandura bogaskjóting

EM 2026 í innandura bogaskjóting verður í Plovdiv í Bulgaria í døgunum 16. – 21. februar, og nevndin í BSKF hevur gjørt av, at Føroyar hesa ferð luttaka við fimm skjúttum – trimum mannligum compound-skjúttum, einum mannligum recurve-skjútta og einum kvinnuligum recurve-skjútta. Nevndin metir, at henda samanseting er tann, sum mest sannlíkt kann mannast til kappingina eftir treytunum niðan fyri.

Krøv um úrslit

Fyri at sleppa við til EM, skulu krøv um úrslit sjálvandi lúkast umframt aðrar treytir, sum nevndin í BSKF hevur samtykt.

Krøvini um úrslit eru hesi (60 pílar):

Compound kvinnur, A-kravið er 560 stig, og B-kravið er 550 stig.
Compound menn, A-kravið er 581 stig, og B-kravið er 575 stig.

Recurve kvinnur, A-kravið er 530 stig og B-kravið er 518 stig.
Recurve menn, A-kravið er 562 stig og B-kravið er 550 stig.

Fyri at kvalifisera seg skal skjúttin innan 27. januar klokkan 18 hava skotið A-kravið einaferð ella B-kravið tvær ferðir.

4.000 pílar

Afturat hesum verður kravt, at møguligir EM-skjúttar sýna stórt ídni í venjingini frá nú av og fram til kappingina.

Ítøkiliga verður kravt, at hvør einstakur skjútti frá 1. desember og fram til 12. februar (ferðalagið fer væntandi avstað 12. ella 13 februar) hevur skotið tilsamans 4.000 pílar. Tað er í miðal umleið 380 pílar um vikuna. Skjótivenjingin skal váttast við ArcherySucces-appuni.

Mælt verður tó til ikki at byrja so harðliga, um ein ikki er í góðari venjing frammanundan, men heldur økja so hvørt, so talið av skotnum pílum er høgt tær seinastu vikurnar, áðrenn kappingin byrjar.

Broytt egingjald

Treytirnar fyri fíggjarliga stuðulin frá ÍSF til luttøku í altjóða kappingum verða broyttar næsta ár, og ein avleiðang av tí er, at BSKF eisini broytir sínar reglur fyri egingjaldinum.

Hvør einstakur skjútti verður eggjaður til at finna sær stuðlar at fíggja egingjaldið, sum verður hægri frameftir. Fyri at sleppa við til EM innandura í Bulgaria í februar og EM uttandura í Turkalandi í mai, skulu skjúttarnir sostatt sjávir rinda 25 prosent av kostnaðinum, tó í mesta lagi 5.000 krónur í part.

Aftur