DAGFØRD GREIN: Persónlig og føroysk met í Søldarfirði
- 17.nov.2025
- Lagt út hevur: Nevndin
Bæði yngri og eldri skjúttar hava ment seg síðan seinastu vetrarkapping. Tað bera persónligu metini boð um. Narvi E. B. Jensen í U16 megnaði, umframt persónligu metini, eisini at skjóta ájavnt verandi føroyska metið í sínum aldursbólki í innleiðandi kappingini í compound, og í finaluni setti hann føroyska metið
Tað var gott undirhald og spenningur báðar dagarnar í innandurakappingini í Søldarfirði um vikuskiftið.
Leygardagin kappaðust U12 og U16, og hjá teimum yngstu var kappingarluttøkan lág. Ein genta, Maia Petersen úr Ørvi, og ein drongur, Jógvan B. Steintún úr Vágaskoti, bæði við berboga, vóru tey einastu, sum høvdu teknað seg í U12.
Maia setti aftur met
Maia kappaðist eisini við berboga seinasta vetur, og hon hevur tikið seg ógvuliga nógv fram síðan tá. Hon setti persónligt met í innleiðandi umfarinum í fyrstu kappingini í vetur, sum var í Miðvági. Tá fekk hon 293 stig, men longu leygardagin setti hon sjálv tað metið so ruddiliga, tá hon fekk 332 stig í innleiðandi umfarinum.


Berboga-dreingir í shoot-off
Hjá U16 var luttøkan frægari. Hjá dreingjum við berboga kappaðust teir báðir Arthur Olsen og John Brynjer á Skúr, báðir úr Tambum, sum seinasta vetur dystaðust í U12. Ongin tók Arthur seinasta vetur, men okkurt bendir á, at hann kann vænta sær skarpan gang frá John Brynjer hesa vetrarkappingina. Arthur vann innleiðandi kappingina sannførandi við 448 stigum ímóti 328 til John Brynjer, men í finaluni var so tætt, at har stóð á jøvnum 5 – 5, tá regluligi dysturin var av, so vinnarin mátti finnast við shoot-off. Ta hólmgonguna vann Arthur við at raka 9’aran, meðan John Brynjer rakti 8’aran.

Marta B. Poulsen úr Ørvi var einsamøll genta í sínum bólki, gentur compound U16, og fekk hon 500 í sínum innleiðandi og endaliga umfari. Tað var ikki persónligt met, men eisini Marta hevur ment seg nógv síðan seinasta vetur.

Met-dagur hjá Narva
Hjá compound-dreingjunum í U16 hevði Narvi E. B. Jensen ein stak góðan dag. Hann setti sítt persónliga met í innleiðandi kappingini, tá hann fekk 574 stig. Tað er samstundis ájavnt føroyska metið higartil í aldursbólkinum. Hann kom í finaluna ímóti liðfelaganum Róa Højgaard og vann 148 – 141, og tá setti hann nýtt føroyskt met, tí 148 stig av 150 møguligum í einum finaluumfari hevur ongin annar megnað í hansara aldursbólki. Tað er vert at leggja til merkis, at Rói, sum vann silvur, eisini rakti væl, hann fekk 141 stig í finaluni ímóti Narva og 550 í innleiðandi umfarinum. Hálvfinaluna ímóti liðfelaganum Høgna Johannesen vann hann 137 – 131. Her skal havast í huga, at Høgni er nakað yngri enn hinir báðir og er akkurát fluttur upp í U16.

Kappingin hjá recurve-dreingjunum í U16 bleiv at kalla ein endurtøka av fyrstu kappingini í Miðvági. Talan var aftur um eina duell millum Jón Sjúrð Jóhansson úr Vágaskoti og Paula V. Johannesen úr Ørvi. Jón Sjúrður vann innleiðandi kappingina rættiliga sannførandi, og finaluna vann hann 6 – 2, sum eisini var úrslitið í Miðvági.

Sunnudagin kappaðust U18 og seniorarnir
Í U18 vóru Jónas B. Poulsen úr Ørvi og Brandur T. Hansen úr Tambum einsamallir í ávikavist compound og recurve, so teir vunnu gullið uttan kapping. Men teir kappaðust eisini saman við teimum vaksnu og kláraðu seg væl, tá hugsað verður um mótstøðuna.


Hjá compound-kvinnunum var Rakul Dam eisini einsamøll og vann gullheiðursmerki.

Hjá recurve-kvinnunum sær góða gongdin hjá Pernille Krogh út til at halda fram. Menningin hjá henni hevur tikið eitt skarvslop hetta seinasta árið, og í Søldarfirði setti hon aftur persónligt met, tá hon fekk 540 stig í innleiðandi kappingini. Har var hon nógv fremst. Jastrid M. Jensen úr Tambum, sum júst er byrjað aftur at skjóta eftir ein steðg í nøkur ár, kláraði seg eisini lutfalsliga væl í innleiðandi kappingini, har hon bleiv nummar tvey framman fyri Amy við Rætt úr Ørvi og Barbaru Krossteig úr Tambum.
Síðan tapti Jastrid tó spennandi hálvfinaluna ímóti Amy 6 – 4 og bronsufinaluna ímóti Barbaru 6 – 0. Barbara hevði frammanundan tapt sína hálvfinalu ímóti Pernille, sum eisini gjørdi bart í finaluni, har hon vann 6 – 2 á Amy.


Tummas var nær
Hjá recurve-monnunum vann Hans Petur Højgaard úr Ørvi innleiðandi kappingina framman fyri Bárð Magnusson úr Vágaskoti, Tummas P. Hansen úr Tambum, Brand T. Hansen úr Tambum og Hans Petur Hansen úr Tambum. Teir báðir aftastu skuldu so skjóta fjórðingsfinalu, og hana vann ungdomsskjúttin Brandur 6 – 0. Men hálvfinaluna skuldi hann skjóta ímóti Hans Peturi Højgaard, sum vann hana 6 – 0. Hin hálvfinalan stóð ímillum Tummas og Bárð, og hana vann Tummas 6 – 2. Bárður vann bronsufinaluna ímóti Brandi 6 – 0, men finalan millum Hans Petur Højgaard og Tummas gjørdist heilt spennandi, og tað var um reppið, at hon mátti avgerast við shoot-off. Eftir fýra umfør var støðan 5 – 3 til Hans Petur, og í fimta umfarinum var tann eini pílurin hjá Tummasi kanska ein millimetur frá at tryggja honum tvey stig afturat, so regluligi dysturin hevði endað javnur. Men tann avgerandi pílurin, sum var ógvuliga nær við 9’aran, bleiv dømdur at hava rakt 8’aran. Sostatt endaði umfarið javnt, so Hans Petur Højgaard vann finaluna samanlagt 6 – 4.

Jógvan vann gull
Tað er langt síðan, at veteranurin Jógvan Niclasen, Tambar, hevur vunnið gullheiðursmerki, men tað gjørdi hann í compoundkappingini hjá monnunum í Søldarfirði. Innleiðandi kappingin boðaði ikki frá stórvegis kollvelting, Jóannes Poulsen úr Ørvi vann hana framman fyri Nikkel Petersen, Ørvur, Kaj Johannesen, Ørvur, Aleksandur Leitisstein, Ørvur, Jógvan Niclasen, Tambar, Jónasi B. Poulsen, Ørvur, og Steinmundi Klakkstein, Tambar.
Men síðan fór av álvara at ganga til vildar hjá Jógvani. Hann vann fjórðingsfinaluna ímóti Aleksandur 142 – 140, og møtti so Jóannesi í hálvfinaluni. Jóannes hevur í fleiri ár verið roknaður sum besti compound-skjúttin í landinum og mundi eisini av teimum flestu verða roknaður sum favorittur at vinna hálvfinaluna. Men hon bleiv ein sannur gysari, og tá fimm ferðir tríggir pílar vóru skotnir, stóð á jøvnum 143 – 143. Nú skuldi annar finalisturin finnast við shoot-off, og hesa ferð vóru marginalarnir í parti við Jógvani – hann rakti blett og fekk 10 stig, meðan Jóannes rakti 9’aran.
Kaj hevði vunnið hina hálvfinaluna 145 – 142 móti Nikkel. Frammanundan høvdu teir báðir vunnið hvør sína fjórðingsfinalu ímóti ávikavist Jónasi og Steinmundi.
Jóannes og Nikkel skuldu skjóta um bronsuheiðursmerkið, ta hólmgonguna vann Jóannes 144 – 142, og Jógvan vann 143 – 141 á Kaj í finaluni.
Longu næsta vikuskifti er aftur kapping, tá verða Tambar vertir fyri kapping í skjótihøllini á skipasmiðjuni í Havn.

Úrslit, U16 og U12 leygardagin 15. november:
Gentur berbogi U12, 8 metur
Innleiðandi og endaligt:
Maia Petersen (Ørvur), 164+168 : 332 (persónligt met).
Dreingir berbogi, U12, 8 metur
Innleiðandi og endaligt:
Jógvan B. Steintún (Vágaskot), 168+149 = 317.
Dreingir berbogi, U16, 12 metur
Innleiðandi:
Arthur Olsen (Tambar), 242+206 = 448.
John Brynjer á Skúr (Tambar), 154+174 = 328.
Finala:
Arthur – John Brynjer, 6 – 5, (5 – 5, shoot-off 9 – 8)
Gentur compound, U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Marta B. Poulsen (Ørvur), 246+254 = 500.
Dreingir compound, U16, 12 metur
Innleiðandi:
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 289+285 = 574.
Rói Højgaard (Ørvur), 278+272 = 550.
Høgni Johannesen (Ørvur), 241+248 = 489.
Hálvfinala:
Rói – Høgni, 137 – 131.
Finala:
Narvi – Rói, 148 – 141.
Innleiðandi:
Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 194+214 = 408.
Pauli Viderø Johannesen (Ørvur), 182+176 = 358.
Finala:
Jón Sjúrður – Pauli, 6 – 2.
Úrslit, U18 og seniorar, 18 metur, sunnudagin 16. november
Dreingir compound U18
Innleiðandi og endaligt:
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 267+260 = 527.
Innleiðandi og endaligt:
Brandur T. Hansen (Tambar), 236+233 = 469.
Innleiðandi og Endaligt:
Rakul Dam (Tambar), 243+255 = 498.
Innleiðandi:
Jóannes Poulsen (Ørvur), 293+295 = 588.
Nikkel Petersen (Ørvur), 289+285 = 574.
Kaj Johannesen (Ørvur), 284+284 = 568.
Aleksandur Leitisstein (Ørvur), 285+282 = 567.
Jógvan Niclasen (Tambar), 278+283 = 561.
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 267+260 = 527.
Steinmund Klakkstein (Tambar), 264+251 = 515.
Fjórðingsfinalur:
Jógvan – Aleksandur, 142 – 140.
Kaj – Jónas, 141 – 132.
Nikkel – Steinmund, 145 – 133.
Hálvfinalur:
Jóannes – Jógvan, 143 – 143, shoot-off, 9 – 10
Kaj – Nikkel, 145 – 142.
Bronsufinala:
Jóannes – Nikkel, 144 – 142.
Finala:
Jógvan – Kaj, 143 – 141.
Innleiðandi:
Pernille Krogh (Vágskot), 269+271 = 540.
Jastrid M. Jensen (Tambar), 236+222 = 458.
Admy við Rætt (Ørvur), 225+208 = 433.
Barbara Krossteig (Tambar), 176+182 = 358.
Hálvfinalur:
Pernille – Barbara, 6 – 0.
Amy – Jastrid, 6 – 4.
Bronsufinala:
Barbara – Jastrid, 6 – 0.
Finala:
Pernille – Amy, 6 – 2.
Innleiðandi:
Hans Petur Højgaard (Ørvur), 279+272 = 551
Bárður Magnusson (Vágaskot), 256+262 = 518.
Tummas P. .Hansen (Tambar), 241+253 = 494.
Brandur T. Hansen (Tambar), 236+233 = 469.
Hans Petur Petersen (Tambar), 172+171 = 343.
Fjórðingsfinala:
Brandur – Hans Petur Petersen, 6 – 0.
Hálvfinalur:
Hans Petur Højgaard – Brandur, 6 – 0.
Tummas – Bárður, 6 – 2.
Bronsufinala:
Bárður – Brandur, 6 – 0.
Finala:
Hans Petur Højgaard – Tummas, 6 – 4.