BSKF sett tríggjar venjarar

  • 20.nov.2022
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Hetta vikuskiftið er venjingarlega í hølinum hjá Bogaskjótifelaginum Tambar í Tórshavn


Bogaskjótibamband Føroya hevur sett tríggjar danskar venjarar til at venja landsliðið, sum skal til Oyggjaleikirnar.

Hetta eru stórar kanónir í danskari bogaskjóting.

Talan er um Martin Damsbo, Eriku Damsbo, og Søren Ipsen.

Hetta vikuskiftið er venjingarlega í hølinum hjá Bogaskjótifelaginum Tambar í Tórshavn.

Tað verða hildnar venjingarlegur nøkur vikuskifti fram til Oyggjaleikirnar í 2023.

Millum venjingarlegurnar venja skjúttarnir í feløgunum, í samráð við venjararnar.

BSKF miðar seg eftir at endurtaka góða úrslitið bogaskjótingin fekk seinast á Oyggjaleikunum.


Næsta vikuskifti verður farið undir venjaraskeið fyri bogaskjúttar, og fyrsta skeiðið verður í Runavík.



Aftur