Aðalfundurin hjá BSKF verður 29. mai

  • 14.maj.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Tveir av trimum nevndarlimum standa fyri vali á aðalfundinum hjá Bogaskjótisambandinum í ár

Mikukvøldið 29. mai heldur Bogaskjótisamband Føroya sín ársaðalfund í ÍSF-hølunum á Eystaru Bryggju 30 í Havn (ovasta hædd).

Aðalfundurin skuldi vera í kvøld, men av tí, at hann ikki var lýstur rætt, er hann avlýstur, og kallað er síðan av nýggjum til aðalfund at vera 29. mai.

Skráin er henda sambært § 4, 2 í viðtøkunum (Lóg fyri Bogaskjótisamband Føroya):

  1. Val av orðstýrara.
  2. Starvsnevndarformaðurin greiðir frá virki BSKF’s í farna ári.
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi.
  4. Val av nevndum, tiltakslimum og grannskoðara.
  5. Innkomin mál.
  6. Ymiskt.

Bogaskjótifeløgini velja umboð at senda á aðalfundin. Hvørt felag kann senda í mesta lagi trý umboð á aðalfund, men feløgini hava tó bert eina atkvøðu í part, tá atkvøtt verður. Afturat teimum hava teir tríggir starvsnevndarlimirnir atkvøðurætt.

Umframt hesi kunnu umboð fyri dómsnevndina hjá BSKF, tá ein sovorðin er, grannskoðarin hjá sambandinum og umboð fyri ÍSF møta á aðalfundi, tó uttan at hava atkvøðurætt.

Til ber at kunna seg nærri um viðtøkurnar – ella ”Lóg fyri Bogaskjótisamband Føroya”, sum tær formliga eita – og ásetingarnar um aðalfund HER.

Fróði H. Poulsen úr Vágaskoti, formaður í starvsnevndini, og næstformaðurin Jógvan Niclasen, Tambar, standa fyri vali til starvsnevndina hesa ferð. Triði starvsnevndarlimurin er Hans Petur Højgaard úr Ørvi, sum hevur eitt ár eftir av sínum skeiði. Ein tiltakslimur skal eisini veljast fyri eitt ár, og í løtuni er Hans Bogi Ellefsen úr Vágaskoti tiltakslimur.

Aftur