
Vetrarkappingin nærkast
- 01.okt.2025
- Lagt út hevur: Nevndin
Fyrsta innandurakappingin í bogaskjóting í vetur verður í Miðvági vikuskiftið 1. – 2. november
Um ein mánaða byrjar vetrarskráin við bogaskjótikappingunum innandura, og fyrsta kappingin verður hjá Vágaskoti í Miðvági fyrsta vikuskiftið í november – leygardagin 1. november kappast U12, U16 og U18, og sunnudagin 2. november er Grand Prix-kapping hjá seniorunum.
Vetrarkappingin er broytt soleiðis, at tað nú verða átta kappingarvikuskifti, fýra hvørju megin nýggjár, ímóti tíggju kappingarvikuskiftum undanfarnu vetrarkappingar. Hetta hevur verið eitt ynski hjá fleiri, sum hildu, at vetrarskráin var vorðin ov tættstappað, og á BSKF-aðalfundinum í summar bleiv samtykt, at hvørt av teimum fýra bogaskjótifeløgunum í landinum skipa fyri tveimum kappingarvikuskiftum í part. Í Grand Prix-kappingini hjá teimum vaksnu telja tvey tey vánaligastu úrslitini í teimum átta kappingunum ikki við.
Eitt FM-vikuskifti
Seinasta kappingarvikuskiftið verður í Havn mánaðarskiftið februar-mars, og tá er FM-kapping á skránni – leygardagin 28. februar er FM hjá U12 og U16, og 1. mars er FM hjá U18 og seniorunum. FM hjá seniorunum er samstundis eisini tann seinasta Grand Prix-kappingin í vetrarkappingini.
Í FM er tað eisini ein broyting samanborið við fyrr, at allar kappingarnar nú verða skotnar sama vikuskiftití. Í gomlu kappingarskipanini hjá børnum og ungum, tá tey øll skutu í 12 metur frástøðu í fyrru helvt av kappingini og úr 15 metrum í seinnu helvt, plagdi FM á 12 metrum nevniliga at vera eitt vikuskifti fyri seg og FM á 15 metrum hjá teimum yngru og FM hjá seniorunum dag um dag vikuskiftið eftir.
Seinastu vetrarkapping bleiv kappingarskipanin hjá børnum og ungum broytt, so tey nú eru býtt í aldursbólkar – U12, sum skjóta úr 8 metrum, U16, sum skjóta úr 12 metrum, og U18, sum skjóta úr 18 metrum. Tann skipanin heldur fram í vetur.
Vetrarskráin kann takast niður HER.