Spenningur og fleiri óvæntað úrslit í Søldarfirði

Nevndin 

Yngru skjúttarnir skjóta nú úr 15 metrum, og ikki færri enn tríggjar duellir hjá teimum máttu avgerast við shoot-off leygardagin, og á 18 metrum sunnudagin var eisini neyðugt við shoot-off fyri at finna vinnaran av hálvfinaluni hjá recurve-kvinnunum

Tað var spenningur við lít, tá bogaskjótikapping var í Søldarfirði um vikuskiftið.

Børnini hava skotið úr 12 metrum í fyrru helvt av innandura vetrarkappingini, men í Søldarfirði var frástøðan 15 metur, og tað verður hon í kappingunum, sum eftir eru.

Leygardagin vóru marginalarnir avgerandi, tá skotið varð úr 15 metrum, og ikki færri enn tríggjar ferðir var neyðugt við shoot-off fyri at avgera tøttu duellirnar. Tvær teirra átti Jónas Poulsen í compoundkappingini hjá dreingjunum, og hóast hann í báðum førum rakti 9’aran eins og mótstøðumaðurin, so koppaði tað skeiva vegin hjá honum.

Í innleiðandi compoundkappingini var Dávid Højgaard bestur framman fyri Narva Jensen, Jónas Poulsen og Christian Højgaard. Teir eru allir fýra úr Ørvi.

Dávid skuldi síðan kappast ímóti yngra beiggja sínum, Christiani, í aðrari hálvfinaluni, og í hinari hálvfinaluni stóð kappingin ímillum Narva og Jónas.

Tað gekk púra javnt á hjá Højgaard-brøðrunum tey fyrstu fýra umførini, tá stigatalvan vísti 103 – 103, men seinasta umfarið mislukkaðist hjá Christiani; Dávid vann tað umfarið 27 – 13 og sostatt eisini hálvfinaluna samanlagt.

Uppaftur javnari var dysturin millum Narva og Jónas í hinari hálvfinaluni, og tá støðan eftir tey fimm umførini var 134 – 134, mátti dysturin avgerast við shoot-off. Tað fekk illa verið javnari, tí báðir raktu 9’aran, men Narvi var eitt sindur nærri miðjuni og vann tí hálvfinaluna.

Nakað tað sama endurtók seg í bronsufinaluni millum Christian og Jónas. Jónas hevði annars munin umfar fyri umfar – uttan í tí triðja, tá hann rakti fullkomiliga við síðuna av við tí seinasta pílinum. Tá tey fimm umførini vóru skotin, stóð tað 124 – 124, so enn einaferð skuldi vinnarin finnast við shoot-off. Aftur hesa ferð raktu báðir skjúttarnir 9’aran, og aftur bleiv Jónas eitt vet longri frá miðjuni, so at Christian vann bronsuna.

Compound dreingir. Úr vinstru: Narvi Jensen (Ørvur), silvur, Dávid Højgaard (Ørvur), gull, og Christian Højgaard (Ørvur), bronsu

Jón Sjúrður vann gullið

Í recurvekappingini hjá dreingjunum bleiv tað meira spennandi enn vanligt, hóast teir bara vóru tveir, ið kappaðust – Brandur Tummasson Hansen, Tambar, og Jón Sjúrður Jóhansson, Vágaskot.

Brandur hevur verið suverenur í vetur, og hann vann eisini greitt innleiðandi umfarið, men í finaluni í Søldarfirði tók Jón Sjúrður øll á bóli, tá hann við javnleiksstøðuni 5 – 5 fyrst noyddi Brand út í eina shoot-off-avgerð og síðan bleiv tann neyvari, tá hann rakti 7’aran, meðan Brandur rakti 6’aran. Jón Sjúrður fór avstað við gullinum, og sum hann fegin tók til, eftir at hava skotið avgerandi pílin: ”Hetta er fyrstu ferð, eg havi vunnið nakað annað enn bronsu”.

Recurve dreingir. Vinstrumegin er tað Brandur Tummasson Hansen (Tambar), sum hesa ferð vann silvur, og Jón SjúrðurJóhansson (Vágaskot), gull

Gentur við barboga

Ein annar dystur var á 15 metrum leygardagin, og tað var gentur barbogi. Her tryggjaði Marta Poulsen, Ørvur, sær beinanvegin annað finaluplássið við at vinna innleiðandi kappingina greitt framman fyri Sólvá Reynskor, Vágaskot, og Nataliu Mary á Høgabóli, Vágaskot.

Í hálvfinaluni kappaðust Sólvá og Natalia Mary um hitt finaluplássið, sum Sólvá vann við einum 6 – 0 sigri.

Í finaluni var Marta omaná og vann 7 – 3, men tað var als ikki uttan mótstøðu frá Sólvá, sum fekk javnleik í fyrsta umfarinum og vann tað fjórða.

Barbogi gentur. Úr vinstru: Sólvá Reynskor (Vágaskot), silvur, Marta Poulsen (Ørvur), gull, og Natalia Mary á Høgabóli (Ørvur), bronsu

--

Úrslitini á 15 metrum leygardagin:

Gentur barbogi

Innleiðandi:

Marta Poulsen (Ørvur), 159+144 = 303.

Sólvá Reynskor (Vágaskot), 63+83 = 146.

Natalia Mary á Høgabóli (Vágaskot),  56+77 = 133.

Hálvfinala:

Sólvá – Natalia Mary, 6 – 0.

Finala:

Marta – Sólvá, 7 – 3.

Dreingir recurve

Innleiðandi:

Brandur Tummasson Hansen (Tambar), 168+184 = 352.

Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 144+111= 255.

Finala:

Brandur– Jón Sjúrður, 5 – 5; shoot-off: 6 – 7.

Dreingir compound

Innleiðandi:

Dávid Højgaard (Ørvur), 260+263 = 523

Narvi Jensen (Ørvur), 257+253 = 510.

Jónas Poulsen (Ørvur), 248+258 = 506.

Christian Højgaard (Ørvur), 230+242 = 472.

Hálvfinalur:

Dávid – Christian, 130 – 116.

Jónas – Narvi, 134 – 134; shoot-off, 9 – 9+.

Bronsufinala:

Jónas – Christian, 124 – 124; shoot-off, 9 – 9+.

Finala:

Dávid – Narvi, 137 – 134.

--

Eisini spenningur á 18 metrum

Sunnudagin kappaðust tey vaksnu í 18 metra frástøðu, og eisini her var spenningur og okkurt heldur óvæntað úrslit.

Tóra Dinna Reynskor, Vágaskot, vann allar kappingarnar hjá recurvekvinnunum, sum hon var við í fyri jól, men í kappingini í Miðvági 14. januar steðgaði blaðunga Lea Karina Haraldsen úr Vágaskoti sigursrøðini hjá Tóru Dinnu, sum mátti lata sær lynda við triðaplássinum og bronsuheiðursmerkinum. Men staðfestast má, at hon kom væl og virðiliga afturíaftur í kappingini í Søldarfirði um vikuskiftið.

Tóra Dinna vann innleiðandi kappingina sannførandi, og síðan vann hon hálvfinaluna 6 – 0 ímóti nummar fýra í innleiðandi kappingini, Ásu Helenu B. Rasmussen, Tambar.

Lea Karina vann eitt trygt annaðpláss í innleiðandi kappingini, og skuldi í hálvfinaluni kappast ímóti, Pernille Krogh, Vágaskot, sum var blivin nummar trý í innleiðandi kappingini.

At byrja við bendi alt á, at Lea Karina í hvussu er fór at megna at halda fast í plaseringini, hon fekk í innleiðandi kappingini. Hon vann tvey tey fyrstu umførini í hálvfinaluni og skuldi sostatt bara vinna eitt av teimum trimum umførunum, ið eftir vóru. Men tá spílaði Pernille seg av álvara út. Hon vann tvey tey næstu umførini, og nú var javnt 4 – 4 áðrenn seinasta umfarið. Tað endaði eisini púra javnt, so tær fingu eitt stig í part til endastøðuna 5 – 5. Tískil mátti vinnarin av hálvfinaluni finnast við shoot-off, og her helt góða gongdin hjá Pernille fram; hon rakti 8’aran, meðan Lea Karina rakti 5’aran.

Hina semifinaluna vann Tóra Dinna 6 – 0 ímóti Ásu Helenu.

Lítil spenningur var um rest, tí Tóra Dinna vísti sína styrki við at vinna 6 – 0 á Pernille í finaluni, og í bronsufinaluni vann Lea Karina 6 – 0 á Ásu Helenu.

Recurve kvinnur. Úr vinstru: Pernille Krogh (Vágaskot), silvur, Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), gull, og Lea Karina Haraldsen (Vágaskot), bronsu

Evnaríkur ungur skjútti

Í recurvekappingini hjá monnunum vísti ungi Hannis Reinert á Plógv úr Vágaskoti, at her er ein skjútti, sum vert er at halda eyga við frameftir.

Hans Petur Højgaard, Ørvur, var sum vant í serflokki og vann greitt innleiðandi kappingina, men her hevði 15 ára gamli Hannis munin á Michael Feldballe, Tambar, og síðan bleiv semifinalan teirra millum sera jøvn og spennandi. Hannis vann fyrsta umfarið, Michael tvey tey næstu, men síðan eydnaðist Hannisi at vinna tey bæði seinastu umførini tepurt. Samlaða úrslitið í semifinaluni gjørdist sostatt 6 – 4 til Hannis.

Finaluna vann Hans Petur tó 6 – 0, men eisini her vóru umførini jøvn: 28 – 25, 27 – 25 og 29 – 27.

Recurve menn. Úr vinstru: Hannis Reinert á Plógv (Vágaskot), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Michael Feldballe (Tambar), bronsu

Rakul vann aftur

Hjá compoundkvinnunum vann Rakul Dam, Tambar, og hon hevur tískil vunnið báðar sínar dystir ímóti Helenu við Misá, Ørvur, sum verið hava í nýggja árinum.

Helena vann annars innleiðandi umfarið, men í finaluni mátti hon lúta fyri Rakul. Tær báðar eru tær einastu, sum hava stillað upp í compoundkappingunum hjá kvinnum í vetur.

Compound kvinnur. Helena við Misá (Ørvur), vinstrumegin, silvur, og Rakul Dam (Tambar), gull. 

Jóannes greiður vinnari

Í compoundkappingini hjá monnum var úrvalsskjúttin Jóannes Poulsen, Ørvur, greiður vinnari. Jóannes hevur vunnið fýra av teimum fimm innandura kappingunum, hann hevur verið við í vetur. Í tí allarfyrstu kappingini í vetrarhálvuni, sum var í Havn 29. oktober, tapti hann í finaluni ímóti liðfelaganum Nikkel Petersen.

Hesa ferð vann Jóannes fyrst innleiðandi kappingina framman fyri Nikkel og Jógvan Niclasen, Tambar. Síðan vann hann á Nikkel í finaluni. Nikkel hevði frammanundan vunnið semifinaluna ímóti Jógvani.

Compound menn. Úr vinstru: Nikkel Petersen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Jógvan Niclasen (Tambar), bronsu

Úrslitini á 18 metrum sunnudagin:

Kvinnur recurve

Innleiðandi:

Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 235+242 = 477.

Lea Karina Haraldsen (Vágaskot), 224+222 = 446.

Pernille Krogh (Vágaskot), 221+186 = 407.

Ása Helena B. Rasmussen (Tambar), 143+162 = 305.

Hálvfinalur:

Tóra Dinna – Ása Helena, 6 – 0.

Lea Karina – Pernille, 5 – 5; shoot-off, 5 – 8.

Bronsufinala:

Lea Karina – Ása Helena, 6 – 0.

Finala:

Tóra Dinna – Pernille, 6 – 0.

Menn recurve

Innleiðandi:

Hans Petur Højgaard (Ørvur), 274+261 = 535.

Hannis Reinert á Plógv (Vágaskot), 254+264 = 518.

Michael Feldballe (Tambar), 250+265 = 515.

Hálvfinala:

Hannis – Michael, 6 – 4.

Finala:

Hans Petur – Hannis, 6 – 0.

Kvinnur compound

Innleiðandi:

Helena við Misá (Ørvur), 260+247 = 507.

Rakul Dam (Tambar), 258+244 = 502.

Finala:

Rakul – Helena, 122 – 115.

Menn compound

Innleiðandi:

Jóannes Poulsen (Ørvur), 297+292 = 589.

Nikkel Petersen (Ørvur), 289+287 = 576.

Jógvan Niclasen (Tambar),  273+276 = 549.

Hálvfinala:

Nikkel – Jógvan, 143 – 135.

Finala:

Jóannes – Nikkel, 146 – 142.

​​

Bogaskjótisamband Føroya
Postsomga 254
110 Tórshavn
V-tal: 454869


















Fróði Heri Poulsen, formaður. tlf: +298 225287