Nýggj nevnd í BSKF

Nýggj nevnd í Bogaskjótisamband Føroya eftir aðalfundin 24/05-2022
Í gjár 24/05 hevði Bogaskjótisamband Føroya aðalfund.
Formaðurin – Eggaba Andreasen – stillaði ikki upp aftur.
Trý uppskot vóru komin inn til nevndarvalið (Fróði H. Poulsen, Jógvan Niclasen og Michael Feldballe) og trý uppskot komu inn til tiltakslim (Michael Feldballe, Rebekka L. Olsen og Hans Bogi Ellefsen)
Nenvdarvalið skuldu veljast, og tað stó á jøvnum millum Fróða og Jógvan, og komu báðir inn.
Valið av tiltakslimi stó á jøvnum millum allat tríggjar uppstilararnar, og var formansatkvøðan tann avgerandi, og fall á Hans Boga.
Sostatt blivu Fróði H. Poulsen og Jógvan Niclasen valdir inn í nevndina og Hans Bogi Ellefsen valdur sum tiltakslimur.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg sjálv, og er nevndin komandi árið hendan:
Formaður: Fróði H. Poulsen
Varaformaður: Oddmar Nielsen
Nevndarlimur: Jógvan Niclasen
Tiltakslimur: Hans Bogi Ellefsen
Skrivari: Jastrid M. Jensen