NUM 2024 í Odense: Gull, silvur og bronsu í liðkappingini

  • 07.jul.2024
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Føroysku skjúttarnir kláraði seg væl í liðkappingini í NUM sunnudagin. Hannis fekk sítt næsta gullheiðursmerki, Dávid vann silvur og Marianna vann bronsu. Veðrið kundi verið betri undir kappingini, men teir seks føroysku skjúttarnir við fylgi hava havt eina góða, læruríka kapping og ein frálíkan túr

Endabresturin á NUM 2024 í Odense var sunnudagin, tá liðkappingin var á skránni. Føroyingarnir vóru ov fámentir og spjaddir yvir tríggjar bogaflokkar, so teir kundu ikki  sjálvir manna nakað lið. Tí endaðu allir teir føroysku skjúttarnir á hvør sínum samansettum, norðurlendskum liði, sonevnd Nordic-lið.

Frammanundan var greitt, at bæði Hannis á Plógv og Marianna Reynskor fóru at vinna heiðursmerki í bólkinum recurve U21 Open, tí bara trý lið vóru í hesum bólkinum – eitt fullmannað íslendskt lið og tvey samansett Nordic-lið við tveimum skjúttum í hvørjum.

Hannis og Marianna vóru jú á hvør sínum liði, so tí var tað eisini greitt frammanundan, at tað í minsta lagi mátti enda við einum føroyskum silvurheiðursmerki. Tá avtornaði, bleiv úrsliti tó uppaftur betur enn tað, nevniliga gullheiðursmerki til Hannis og danska liðfelagan Emilie Brun og bronsuheiðursmerki til Mariannu og hennara liðfelaga, sum var norska Rebekka Bergundhaugen Bakkemo.

Styrkismetingin í bólkinum gjørdi, at íslendska liðið slapp beinleiðis í finaluna, men tey bæði Nordic-liðini skuldu skjóta hálvfinalu. Kanska var rættari, at tey møttust í finaluni, tí sjálvt um liðið hjá Hannisi vann hálvfinaluna, so fekk tað góða mótstøðu frá liðnum hjá Mariannu. Hálvfinalan endaði sostatt 6 – 2, til liðið hjá Hannis, sum hinvegin bara brúkti trý umfør uppá at vinna 6 – 0 á íslendska liðnum í finaluni.

Recurve U21 Open. Hannis á Plógv við sínum liðfelaga á mittasta palli vann gull, og Marianna Reynskor við sínum liðfelaga á pallinum til høgru vann bronsu í liðkappingini í recurve U21 Open

Marianna, høgrumegin, og norski liðfelagin Rebekka leggja saman ráð


Dávid vann silvur

Silvurheiðursmerkið tryggjaði Dávid Højgaard í staðin Føroyum í liðkappingini í bólkinum compound U18. Í hesum bólkinum vóru ikki færri enn trý Nordic-lið umframt eitt danskt og eitt norskt lið.

Dávid mannaði eitt Nordic-lið saman við íslendsku Thordis Unnur Bjarkadóttir og danska Sebastian Flummer. Liðið var styrkismett sum nummar 2 í bólkinum, og slapp tí beinleiðis í hálvfinaluna, har tað skuldi skjóta ímóti einum av hinum Nordic-liðunum.

Byrjan og endi vóru púra jøvn í hesum hálvfinaludystinum, men liðið hjá Dávidi hevði munin í øðrum og triðja umfari og vann dystin 198 – 190.

Finaludysturin var ímóti danska liðnum, sum var styrkismett fremst, og tað bleiv eisini ein sera spennandi dystur. Danska liðið hevði tó munin og vann finaluna 213 – 201.

Compound U18. Dávid Højgaard, uttastur vinstrumegin, vann silvur við sínum liði í U18 compound-kappingini

Tríggir fegnir heiðursmerkjavinnarar í liðkappingini. Dávid Højgaard vann silvur í compound U18, Hannis á Plógv vann gull í recurve U21 Openog Marianna Reynskor bronsu eisini í recurve U21 Open

Compound U18. Dávid Højgaard, í miðjuni, og liðfelagarnir Thordis Unnur Bjarkadóttir úr Íslandi og Sebastian Flummer úr Danmark arbeiddu væl saman og blivu lønt við silvurheiðursmerkjunum í compound U18. Beint aftanfyri tey sæst føroyski venjarin Jógvan Niclasen

Nasjonalir fyrimunir

Tað er ikki bara sum at siga tað at fáa eitt sterkt og kappingarført lið burtur úr skjúttum, ið frammanundan ikki kenna hvønn annan, og sum harafturat eru úr ymiskum londum. Serliga í teimum størru bólkunum vóru tey flestu liðini nevniliga samanspæld, nasjonal lið, og tað var sjálvandi til fyrimuns fyri tey samanborið við tey samansettu Nordic-liðini.

Bæði Lilja Strøm Winther í bólkinum barebow U16 og Lea Karina Haraldsen í bólkinum recurve U16 vóru á samansettum liðum í sovorðnum stórum bólkum við nógvum nasjonlaum mótstøðuliðum.

Vansin við ikki at vera samansjóðað á einum liði er eitt, eitt annað er, at í bogaskjóting eins og í flest øllum øðrum ítróttargreinum møta tey á pappírinum veikastu liðini teimum sterkastu í finaluskjótingini. Og eisini her eru tey samansettu liðini í mótvindi – í hvussu er tey, sum ikki eru fullmannað.

Trupul liðkapping hjá Lilju

Eitt fullmannað lið hevur tríggjar skjúttar, men á liðnum hjá Lilju vóru tey bara tvey – hon og Eskil Ingebrigtsen úr Danmark – og tá liðini vórðu styrkismett við at telja úrslitini frá innleiðandi einstaklingakappingini saman hjá skjúttunum á hvørjum liði, var eyðsæð, at teirra Nordic-lið bleiv styrkismett lágt afturímóti liðum við trimum luttakarum. Tí skuldu tey bæði møta einum sterkum liði í fyrsta dystinum í liðkappingini.

Tað fingu Lilja og Eskil eisini at merkja, tí í fjórðingsfinaluni, sum liðkappingin í hesum bólkinum byrjaði við, møttu tey, sum vóru styrkismett niðast, liðnum við hægstu styrkismetingini, einum svenskum liði. Svenska liðið vann eisini dystin trygt 6 – 0.

Barebow U16. Eskil Ingebrigtsen úr Danmark og Lilja Strøm Winther vóru á liði saman í bólkinum barebow U16.

Lea Karina í shoot-off

Liðið hjá Leu Karinu var fullmannað – afturat henni vóru Hedda Maria Tangen Bråthe úr Noregi og Kauppi Niila úr Finnlandi á liðnum – men teirra bólkur, recurve U16, var hinvegin tann størsti av øllum og taldi nógv sterk nasjonal lið.

Kortini stóð Nordic-liðið hjá Leu Karinu onki aftan fyri svenska mótstøðuliðið í 1/8-finaluni, sum liðkappingin byrjaði við í hesum bólkinum. Regluligi dysturin endaði nevniliga javnur og mátti avgerast við shoot-off, har hvørt liðið skuldi skjóta tríggjar pílar – ein í part til hvønn skjútta. Lea rakti 9’aran, men hini bæði á liðnum raktu tíverri hvør sín 7’ara. Tí rakk tað ikki móti svenska liðnum, har ein skjútti rakti 10’aran og hinir báðir eisini vóru neyvir.

Recurve U16. Lea Karina Haraldsen ímillum liðfelagarnar Kauppi Niila úr Finnlandi vinstrumegin og Hedda Maria Tangen Bråthe úr Noregi høgrumegin. 1/8-finalan hjá teimum í bólkinum recurve U16 mátti avgerast við shoot-off, sum liðið tíverri tapti

Narvi nær við bronsuna

Bólkurin hjá Narva, compound U16, var eisini hampuliga stórur við seks nasjonalum liðum og tveimum samansettum Nordic-liðum. Narvi hevði svensku Emiliu Malmborg og danska William Askjær Sørensen afturat sær á sínum liði, og tey skutu so væl, at tey eisini sluppu at skjóta um bronsuna.

Liðið hevði møtt einum íslendskum liði í fjórðingsfinaluni og vann ein greiðan sigur, 204 – 176. Í hálvfinaluni var danska liðið, ið var styrkismett sum nummar 1 í bólkinum, tó ov tungt at syfta, og tapti Nordic-liðið hjá Narva henda dystin 183 – 205.

Við at skjóta seg í hálvfinaluna, hevði liðið tó tryggjað sær rættin at spæla um bronsuna ímóti hinum hálvfinalutaparanum, sum var eitt norskt lið. Tað bleiv ein spennandi og rættiliga tættur dystur, sum norska liðið tó endaði við at vinna 198 – 190.

Compound U16. Liðið við Narva Jensen var nær við, men tapti tepurt bronsufinaluna í bólkinum compound U16.  Fremst er tað liðfelagarnir Emilia Malmborg úr Svøríki og William Askjær Sørensen úr Danmark og aftanfyri er tað ein svenskur venjari, sum ger sigurstekn við síðuna av Narva

NUM 2024 er av, summi koma heim við heiðursmerki, summi ikki, men allir teir seks føroysku skjúttarnir eru samanumtikið væl nøgdir við avrikini. Skjúttarnir, liðleiðarin, venjararnir og avvarðandi, sum vóru við á ferðini, eru eisini á einum máli um, at allur túrurin, hóast torugang og glopraregn, hevur framúr góður.

NUM er av á hesum sinni. Hóast torugang og glopraregn eru øll á einum máli um, at túrurin hevur verið framúr góður. Úr vinstru er tað Iris Strøm Winther, foreldur, Narvi Jensen, compoundskjútti, Dávid Højgaard, compoundskjútti, Jógvan Niclasen, NUM-venjari, Elisabeth Haraldsen, foreldur og liðleiðari, Eggaba Andreasen, NUM-venjari, Lilja Strøm Winther, barebowskjútti, Ruth á Plógv, foreldur, Hannis á Plógv, recurveskjútti, Marianna Reynskor, recurveskjútti, og Lea Karina Haraldsen, recurveskjútti

"Uden mad og drikke, duer helten ikke", sigur eitt danskt orðatak. Her er grillmatur á skránni hjá Narva, Dávidi, Lilju og Jógvani

Venjara- og liðleiðaratoymið fekk alt at rigga og laga seg væl. Úr vinstru er tað Jógvan Niclasen, venjari, Elisabeth Haraldsen, liðleiðari, og Eggaba Andreasen, venjari

Aftur