
Kappingin sunnudagin býtt í tvey
- 08.feb.2025
- Lagt út hevur: Nevndin
Compound-skjúttarnir skjóta fyrrapartin og recurve-skjúttarnir seinnapartin
Ikki færri enn 17 seniorar eru teknaðir til bogaskjóti-kappingina í Søldarfirði sunnudagin. Rúm er ikki fyri, at so nógvir skjúttar skjóta í senn í skjótihøllini hjá vertsfelagnum Ørvi, og tí hava fyrireikararnir gjørt av at býta kappingina í tvey, soleiðis at compound-skjúttarnir skjóta fyrrapartin og recurve-skjúttarnir seinnapartin.
Compound-skjúttarnir møta frá klokkan 9 sunnumorgunin, upphitingin byrjar klokkan 9.30 og kappingin klokkan 10.
Kappingin í recurve heldur seg til upprunaligu skránna. Uppmøtingin byrjar klokkan 13, klokkan 13.30 byrjar upphitingin, og kappingin klokkan 14. Bíðað verður tó við recurve-kappingini, til compound-kappingin er liðug, um hon skuldi strekt seg longur enn til klokkan 13.