Heiðursmerki til øll í Miðvági

Nevndin 

Í dag kappaðust teir ungu bogaskjúttarnir úr 12 metrum í høllini hjá Vágaskoti í Miðvági

Lea Karina Haraldsen, Vágaskot, hevur higartil í innandura kappingini í bogaskjóting hesa vetrarhálvuna bara havt seg sjálva at kappast ímóti í sínum bólki, gentur recurve. Og framstigini hjá henni kundu eisini mátast í bogaskjótihøllini í Miðvági í dag, tá tað varð kappast úr 12 metur frástøðu.

Lea Karina fekk 475 stig í teimum báðum umførunum, hon skjeyt í dag, ímóti 458 stigum í fyrstu kappingini, sum var í Havn fyri tveimum vikum síðan.

Lea Karina Haraldsen, Vágaskot, vann gull í recurve

Recurve-dreingirnir vóru tveir hesa ferð, Brandur Tummasson Hansen, Tambar, og Jaspur Ørvarodd Hentze, Vágaskot.

Brandur vann innleiðandi kappingina sannførandi, men Jaspur tók av sonnum betri partar fyri í finaluni, sum tí bleiv sera spennandi. Brandur var tó tann stinnari á degnum, tá avtornaði, og vann finaluna 6 – 4.

Dreingir recurve: Úr vinstru er tað Jaspur Ørvarodd Hentze (Vágaskot), silvur, og Brandur Tummasson Hansen (Tambar), gull

Eisini í barebow var spenningur – ella í hvussu er eitt annað endaúrslit, enn innleiðandi kappingin bar boð um.

Tríggjar gentur høvdu teknað seg til barebow-kappingina og ongin drongur. Tann eina gentan møtti tó ikki upp, so kappingin stóð ímillum Nataliu Mary á Høgabóli og Sólvá Reynskor, sum báðar eru úr Vágaskoti.

Í innleiðandi kappingini vann Natalia á Sólvá, men síðan gjørdi Sólvá bart og vann finaluna 6 – 0.

Barebow gentur: Úr vinstru er tað Natalia Mary á Høgabóli, silvur, og Sólvá Reynskor, gull. Tær eru báðar úr Vágaskoti

Úrslitini í dag:

Recurve gentur

Lea Karina Haraldsen, Vágaskot, 236+239 = 475

Recurve dreingir

Innleiðandi:

Brandur Tummasson Hansen, Tambar, 133+136 = 269

Jaspur Ørvarodd Hentze, Vágaskot, 119+109 = 228

Finala, Brandur – Jaspur, 6 – 4.

Barebow gentur

Innleiðandi:

Natalia Mary á Høgabóli, Vágaskot, 72+100 = 172.

Sólvá Reynskor, Vágaskot, 81+80 = 161.

Finala:

Sólvá – Natalia, 6 – 0.

Aftur
​​

Bogaskjótisamband Føroya
Postsomga 254
110 Tórshavn
V-tal: 454869


















Fróði Heri Poulsen, formaður. tlf: +298 225287