Tríggir bogaskjúttar til EM í Týsklandi

Nevndin 

Upprunaliga vóru seks føroyskir bogaskjúttar teknaðir til EM í uttandura bogaskjóting, tríggir recurve- og tríggir compound-skjúttar, men av ymiskum orsøkum settust allir recurve-skjúttarnir aftur. Hjá compound-skjúttunum er Sámuel Trygvason Petersen komin inn fyri Nikkel Petersen, ið er skaddur. EM-kappingin verður í Essen í Týsklandi í næstu viku, og føroysku luttakararnir eru á veg

Føroysku EM-bogaskjúttarnir eru nú á veg til Essen í Týsklandi, har uttandura EM verður í næstu viku.

Tað eru teir tríggir compound-skjúttar Jóannes Poulsen (Ørvur), Jógvan Niclasen (Tambar) og Sámuel Trygvason Petersen (Ørvur), sum umboða Føroyar í hesi EM-kappingini.

Jógvan hevur innrættað sín arbeiðs-vørubil – ein VW-minibuss – til ein hugnaligan fólkaflutningsbil, og við honum fóru Jógvan og Sámuel umborð á Norrønu í kvøld við kós ímóti Hirtshals. Har legst Jóannes, sum er í Danmark og ferðast við familjuni, afturat leygarmorgunin, og síðan verður koyrt allan tann langa teinin til Essen. Tað tekur einar 10 – 12 tímar úr Hirtshals.

Jógvan Niclasen hevur hegnisliga innrættað sær arbeiðsbilin til ein hugnaligan fólkaflutningsbil

​Norrøna klár at loysa, og EM-ferðin hjá Sámuel Trygvason Petersen, vinstrumegin, og Jógvani Niclasen kann byrja. Í Hirtshals legst Jóannes Poulsen afturat

Teir fyrstu dagarnar í Essen verður møguleiki at venja, men sjálv EM-kappingin byrjar mikudagin, tá innleiðandi kappingarnar – kvalifikasjónskappingarnar – eru. Síðan verður kappast hvønn dag, og seinastu finalurnar eru sunnudagin 12. mai.

Føroyska EM-liðið er rættiliga skert, nú ferðin til Essen er byrjað. Tí upprunaliga vóru eisini tríggir recurve-skjúttar teknaðir til kappingina – Hans Petur Højgaard úr Ørvi, og tey bæði Sólgerð Henriksen og Hans Bogi Ellefsen úr Vágaskoti, sum í løtuni eru búsitandi í Danmark. Tað vildi tó so illa til, at allir recurve-skjúttarnir av ymiskum orsøkum máttu geva avboð til EM, tá avtornaði.

Hjá compound-skjúttunum mátti uppstillingin eisini broytast, tí økslin hjá Nikkel Petersen var farin at arga aftur, og í hansara stað er Sámuel Trygvason Petersen komin á EM-liðið.

Bussurin er parkeraður á bildekkinum

Aftur
​​

Bogaskjótisamband Føroya
Postsomga 254
110 Tórshavn
V-tal: 454869


















Fróði Heri Poulsen, formaður. tlf: +298 225287