Ongin broyting í gullbýtinum

Nevndin 

Tríggjar recurve-kvinnur, fýra recurve-menn og tvær compound-kvinnur tóku lut í bogaskjótikappingini úr 18 metrum í Miðvági

Luttakararnir vóru ikki neyvt teir somu í dag sum í Havn fyri 14 døgum síðan, men gullvinnararnir vóru teir somu, tá tað í dag var kappast í bogaskjóting úr 18 metra frástøðu í bogaskjótihøllini í Miðvági. Tó vóru ongi heiðursmerki til mannligu compound-skjúttarnar hesa ferið, tí teir tríggir, sum vóru við í Havn, eru allir uttanlands og kappast, og ongin annar mannligur compoundskjútti hevði teknað til í Miðvági.

Tær báðar Rakul Dam, Tambar, og Helena við Misá, Ørvur, brustu aftur saman í compound-kappingini hjá kvinnum, og aftur hesa ferð fór Rakul við gullinum.

Tær vóru báðar misnøgdar við avrikini í innleiðandi kappingini, har hvørgin megnaði upp um 500 stig samanlagt. Finalan bleiv tó spennandi, sum tað er siður hjá teimum báðum, tó ikki so jøvn sum seinast, tá hon mátti avgerast við shoot-off.

Compound kvinnur. Silvurvinnarin Helena við Misá (Ørvur), vinstrumegin, og gullvinnarin Rakul Dam (Tambar)

Hjá recurve-kvinnunum skaraði Tóra Dinna Reynskor, Vágaskot, framúr í innleiðandi kappingini, men í finaluni fekk hon kortini ein skarpan gang frá Ásu Helenu B. Rasmussen, Tambar, sum hevði vunnið á Pernille Krogh, Vágaskot, í hálvfinaluni. Tóra Dinna vann finaluna 6-4.

Recurve kvinnur. Úr vinstru er tað Ása Helena B. Rasmussen (Tambar), silvur, Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), gull, og Pernille Krogh (Vágaskot), bronsu

Hans Petur Højgaard, Ørvur, lat ongan iva vera um gullið í dag. Hann vann innleiðandi kappingina sannførandi, og vann síðan tvær ferðir 6-0 í bæði hálvfinalu og finalu.

Michael Feldballe, Tambar, bleiv nummar tvey í innleiðandi kappingini, men tapti síðan í hálvfinaluni fyri Bárði Magnusson, Vágaskot. Í bronsufinaluni vann Michael Feldballe á Peri Símunarson, Ørvur.

Recurve menn. Úr vinstru er tað Bárður Magnusson (Vágaskot), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Michael Feldballe (Tambar), bronsu

Úrslitini í Miðvági:

Recurve kvinnur

Innleiðandi:

Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 234+219 = 453.

Pernille Krogh (Vágaskot), 210+194 = 404.

Ása Helena B. Rasmussen (Tambar), 202+192 = 394.

Hálvfinala:

Pernille Krogh – Ása Helena B. Rasmussen, 3-7.

Finala: Tóra Dinna Reynskor – Ása Helena B. Rasmussen, 6-4.

Recurve menn

Innleiðandi:

Hans Petur Højgaard (Ørvur), 275+275 = 550.

Michael Feldballe (Tambar), 264+262 = 526.

Bárður Magnusson (Vágaskot), 250+253 = 503.

Per Símunarson (Ørvur), 227+240 = 467.

Hálvfinalur:

Michael Feldballe – Bárður Magnusson, 0-6.

Hans Petur Højgaard – Per Símunarson, 6-0.

Bronsufinala:

Michael Feldballe – Per Símunarson, 6-0.

Finala:

Hans Petur Højgaard – Bárður Magnusson, 6-0.

Compound kvinnur

Innleiðandi:

Rakul Dam (Tambar), 228+252 = 480.

Helena við Misá (Ørvur), 236+241 = 477.

Finala:

Rakul Dam – Helena við Misá, 128 – 125.

Aftur
​​

Bogaskjótisamband Føroya
Postsomga 254
110 Tórshavn
V-tal: 454869


















Fróði Heri Poulsen, formaður. tlf: +298 225287