BSKF sett venjara í starv
Bogaskjótisamband Føroya sett venjara í 1 ár
Eftir 2 mánaðar royndartíð við útlendskum venjara til føroysku bogaskjúttarnar, er sáttmáli nú undirskrivaður við Kelea Quinn um at vera venjari hjá føroysku bogaskjúttunum.
Kelea hevur drúgvar royndir bæði sum venjari og skjútti. Síðstu árini hevur hon veri venjari hjá skjúttum/feløgum runt Ísland.
Venjarastarvið fevnur um øll feløgini undir BSKF, einstaklingar og bólkavenjingar, alt frá nýbyrjarum til kappingarskjúttar. Eins og hon fer at leggja dent á at menna feløgini.